Plátupanelið heiðrar kvinnurnar leygardagin

Plátupanelið heiðrar kvinnurnar leygardagin
Verturin er kvinna, kvinnur kvinna panelið, og tað verður bara tónleikur hjá kvinnum at hoyra í Plátupanelinum leygardagin klokkan 14 í sambandi við altjóða kvinnudagin
 
05.03.2026 - 21:00

Altjóða kvinnudagurin, sum er sunnudagin 8. mars, setur eisini sín dám á Plátupanelið leygardagin klokkan tvey.

Tá verður árliga Kvinnupanelið á skránni. 

Tað merkir stutt og greitt, at kvinnur stýra sendingini, kvinnur velja tónleikin, og kvinnur spæla tónleikin. 

 

Fjórðu ferð

Hetta er fjórðu ferð, at skipað verður fyri árliga kvinnupanelinum. 

Tær undanfarnu tríggjar ferðirnar hevur Dania O. Tausen verið vertur.

HOYR EISINI: Plátupanelið #7 (Kvinnupanelið 2023)
HOYR EISINI: Plátupanelið #17 (Kvinnupanelið 2024)
HOYR EISINI: Plátupanelið #27 (Kvinnupanelið 2025)

Men Dania er flutt til Noregs í lestrarørindum, so í ár verður tað Sunneva Háberg Eysturstein, ið er vertur. 

Panelið kvinna Guðrið Hansdóttir, Michala Sannoni og Inga Laksáfoss Simonsen. Báðar tær síðst nevndu debutera í Plátupanelinum. 

Gleðið tykkum til eina sera spennandi sending. 

Annars er nógv á skránni um vikuskiftið í sambandi við, at altjóða kvinnudagurin er sunnudagin 8. mars. 

Meira fæst at vita um tað á Facebook-vanganum hjá Femifagnaðinum. 

 

Hvat: Kvinnupanelið (í Plátupanelinum)
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Leygardagin kl. 14, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025