Oscars-yvirlit: One Battle After Another gjørdist stóri vinnarin

Oscars-yvirlit: One Battle After Another gjørdist stóri vinnarin
Filmurin "One Battle After Another" hjá Paul Thomas Andersons vann stóru Oscars-heiðurslønirnar í nátt, eitt nú besta filma, besta leikstjórn og besta tillagaða handrit
Jessie Buckley vann heiðurin sum besti kvinnuligi sjónleikarin fyri hennara leiklut í "Hamnet"
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
16.03.2026 - 09:49

Stórur stjørnurnar vóru til staðar, tá Oscars-heiðurslønirnar blivu handaðar í Dolby Theater í Hollywood í Los Angeles í nátt. 

Undan sjálvari handanini var filmurin "Sinners" stóri vinnarin við met nógvum tilnevningum, 16. 

Men tá avtornaði, so gjørdist filmurin "One Battle After Another" hjá Paul Thomas Andersons stóri vinnarin. 


Paul Thomas Anderson, leikstjóri, og hansara nærmastu fólk (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Framúrskarandi filmurin streyk avstað við seks Oscar-standmyndini fyri besta film, besta leikstjórn, besta tillagaða handrit, besta mannliga hjáleiklut, besta klippiavrik og bestu leikmanning 

"Sinners" endaði tó við at fáa fýra Oscar-standmyndir, tá avtornaði. Michael B. Jordan vann fyri besta mannliga sjónleikaraavrik, og so vann filmurin eisini heiðurin fyri besta uppruna handrit, besta ljóðspor og besta filmsupptøkuavrik. 


Jessie Buckley, Michael B. Jordan og Amy Madigan (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Her eru allir vinnararnir:

Besti filmur: One Battle After Another
Besti kvinnuligi sjónleikari: Jessie Buckley - Hamnet
Besti mannligi sjónleikari: Michael B Jordan - Sinners
Besti kvinnuligi hjáleiklutur: Amy Madigan - Weapons
Besti mannligi hjáleiklutur: Sean Penn - One Battle After Another
Besta leikstjórn: Paul Thomas Anderson - One Battle After Another
Besti teknifilmur: KPop Demon Hunters


Joachim Trier, norski leikstjórin, fegnast um, at filmur hansara "Sentimental Value" vann Oscars-heiður fyri besta altjóða film (Mynd: Ritzau / Scanpix)


Besti altjóða filmur: Sentimental Value (úr Noregi)
Besti heimildarfilmur: Mr Nobody Against Putin
Besta uppruna handrit: Sinners - Ryan Coogler
Besta tillagaða handrit: One Battle After Another - Paul Thomas Anderson
Besti sangur: Golden - KPop Demon Hunters (EJAE, Mark Sonnenblick, Joong Gyu Kwak, Yu Han Lee, Hee Dong Nam, Jeong Hoon Seo og Teddy Park)
Besta ljóðspor: Sinners - Ludwig Goransson
Besta filmslist: Sinners - Autumn Durald Arkapaw
Besta klippiavrik: One Battle After Another - Andy Jurgensen
Besta ljóðarbeiði: F1 - Gareth John, Al Nelson, Gwendolyn Yates Whittle, Gary A Rizzo og Juan Peralta
Besta myndasíða: Avatar - Fire and Ash - Joe Letteri, Richard Baneham, Eric Saindon og Daniel Barrett
Besta framleiðslusnið: Frankenstein - Tamara Deverell og Shane Vieau
Besta leikmanning: One Battle After Another - Cassandra Kulukundis
Besta smyrsl og hárfríðkan: Frankenstein - Mike Hill, Jordan Samuel og Cliona Furey
Besta búnasniðgeving: Frankenstein - Kate Hawley
Besti stutti teknifilmur: The Girl Who Cried Pearls
Besti stuttfilmur (endaði javnt): The Singers og Two People Exchanging Saliva 
Besti heimildarstuttfilmur: All the Empty Rooms

Alt yvirlitið kann síggjast á heimasíðuni hjá Oscars

 

Her kanst tú síggja, hvussu Conan O'Brien, vertur, legði fyri. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297