Sterkt lið skal til San Marino

Sterkt lið skal til San Marino
Nakrir av royndastu spælarunum mangla, men tað er kortini eitt sterkur hópur, sum skal spæla venjingardyst ímóti San Marino í næstum
Eyðun Klakstein
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
16.03.2026 - 11:04

Krígsstøðan í Miðeystri gjørdi, at ætlaðu venjingardystirnir ímóti Emirríkjunum og Singapor í Dubai fóru fyri skeytið.

Í staðin skulu Føroyar til San Marino, stutt venjingarlega og venjingardystur verða síðst í mars. Sjálvur dysturin er leygardag 28. mars.

Fleiri av royndastu landsliðsspælarunum eru ikki tøkir til dystin. Millum annað Brandur Hendriksson Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Odmar Færø, Hallur Hansson eru skaddir, men talan er kortini um ein sterkan hóp, sum Eyðun Klakstein kunngjørdi fyrrapartin.

 

260316_EYDUN_NET

 

Føroyski hópurin

Málverjar
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn

Verjuspælarar

Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar

Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Mneney, HB Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)

Framherjar

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742