Krevja munandi lønarhækking

Krevja munandi lønarhækking
Verkamannafeløgini góðtaka ikki lønarkarmin upp á 3,87 prosent í ár, sum feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava avtalað, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag
Heri Reynheim er formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2026 - 13:35

Príshækkingin á teimum týdningrmestu vørunum hjá verkafólkum er verri enn so vunnin inn aftur, sjálvt um inflatiónin er minkað.

Tí verður kravið um eitt munandi lønarlyft miðdepilin í lønarsamráðingunum, sum verða í næstum, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag. 

Fíggjarligt haldføri og livikostnaður eru evnini, sum hava størstan týdning fyri veljaran.

Tað vísir veljarakanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Heili 32 prosent siga, at fíggjarligt haldføri hevur avgerandi týdning, meðan 23 prosent vísa á livikostnaðin.

 


Hetta eru evnini, sum veljarin sigur vera avgerandi fyri, hvar krossurin verður settur á løgtingsvalinum, sambært veljarakanningini hjá Kringvarpinum.

 

Heri Reynheim sigur, at verkamannafeløgini fara ikki at góðtaka karmin upp á 3,87 prosent lønarvøkstur í ár, sum feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava gjørt avtalu um.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

17032026_Heri_Reynheim

Sáttmálin hjá verkamannafeløgunum við Føroya Arbeiðsgevarafelag er uppsagdur, og fer úr gildi 1. mai. 

 

Sí eisini: Verkafólk: Keypiorkan er ikki batnað

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392