Verkafólk: Keypiorkan er ikki batnað

Verkafólk: Keypiorkan er ikki batnað
Meðan onnur hava meira at liva av, brúka arbeiðsfólk orkuna upp á at fáa endarnar at røkka saman, siga fakfeløgini í Verkafólkum
Hóast lønin er hækkað hjá arbeiðarum og handverkarum, er tað framvegis ikki nóg mikið til at fáa endarnar at røkka saman, siga Verkafólk.
 
17.03.2026 - 09:47

Sambært Búskaparráðnum er keypiorkan batnað seinastu fimm árini.

Men meðan onnur hava meira at liva av, brúka arbeiðsfólk orkuna uppá at fáa endarnar at røkka saman, sigur fakfelagssamstarvið, Verkafólk.

Búskaparráðið sigur í várfrágreiðingini, at keypiorkan er vunnin aftur síðani 2020, tí lønin er hækkað, og inflatiónin er lækkað.

Niðurstøðan er fallin Verkafólkum fyri bróstið. 

Hóast lønin er hækkað hjá arbeiðarum og handverkarum, er tað framvegis ikki nóg mikið til at fáa endarnar at røkka saman.

Sí innslag í Degi og viku:

 

VERKAFOLK_KEYPIORKA

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210