Vivian Motzfeldt fer úr Siumut

Vivian Motzfeldt fer úr Siumut
Fyrrverandi grønlendski uttanríkisráðharrin sigur, at flokkurin hevur sett seg uttan fyri politiska ávirkan, og tí hevur hon tikið seg úr flokkinum
Vivian Motzfeldt er farin úr Siumut, eftir floksleiðslan herfyri tók flokkin úr landsstýrissamgonguni.
Mynd: Sermitsiaq  
 
17.03.2026 - 15:19

Vivian Motzfeldt, fyrrverandi landsstýriskvinna í uttanríkismálum, hevur tikið seg úr flokkinum Siumut. 

Hon hevur verið i Siumut í meira enn 20 ár.

Herfyri avgjørdi leiðslan í Siumut, at flokkurin skuldi taka seg úr landsstýrissamgonguni, tí misnøgd var um, at tvey landsstýrisfólk stilla upp til fólkatingsvalið. 

Vivian Motzfeldt tók ikki undir við hesi avgerðini.

Hon sigur við Sermitsiaq, at Siumut hevur sett uttan fyri politiska ávirkan við at fara úr landsstýrinum, og tað er orsøkin til, at nú fer úr flokkinum.

- Flokkurin útihýsir seg sjálvan, at tað vil eg ikki vera við til. Eg eri í politikki fyri at fáa ávirkan, sigur Vivian Motzfeldt við Sermitsiaq.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742