Serfrøðingar ikki vorðnir klókari av Mette-Marit

Serfrøðingar ikki vorðnir klókari av Mette-Marit
Framvegis eru nógvir ósvaraðir spurningar, siga kongaligir serfrøðingar og serfrøðingar í gølumálum
Mette-Marit krúnprinsessa í Noregi.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
20.03.2026 - 11:27

Í skjótt sjey vikur hava norðmenn bíðað eftir frágreiðing frá norsku krúnprinsessuni Mette-Marit um sambandið við Epstein.

Nú er hon loksins komin í 20 minuttir langari samrøðu við NRK, men sambært norska TV2, eru serfrøðingarnir ikki sannførdir.

Teir hava tosað við tríggjar kongaligar serfrøðingar og ein serfrøðing í politiskum gølum. Og niðurstøðan er, at fleiri spurningar standa ósvaraðir.

- Hon angrar einki, sum er hent í hesum málinum, og tað er eitt sindur undrunarvert, sigur politiski gøluserfrøðingurin, Kim Arne Hammerstad, og leggur afturat:

- Tá tað framvegis kennist, sum um ósvaraðir spurningar eru í málinum, kann tað meira enn so fara at raka hana. Eg haldi ikki, at Mette-Marit er sloppin enn.

 

Noyðist at svara fleiri spurningum 

Teir báðir kongaligu serfrøðingarnir, Carl-Erik Grimstad og Roger Øversveen, halda eisini, at Mette-Marit noyðist at svara einum hópi av spurningum:

- Eg gjørdist ikki nógv klókari. Eg síggi, at hon er ávirkað og hevur tað torført, men vit fáa ongar frágreiðingar, sigur Roger Øversveen.

Bæði hann og Carl-Erik Grimstad vilja hava svar uppá, hvør setti tey bæði í samband við hvørt annað. Hetta hevur Mette-Marit noktað at svara, tí hon heldur, at tað er privat.

- Eg eri ikki vísur í, at tað er privat, sigur Carl-Erik Grimstad við norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786