Granska yngul inni við land

Granska yngul inni við land
Havstovan og Firum, sum fyrr æt Fiskaaling, samstarva um kanningarnar. Tilsamans eru játtaðar tríggjar milliónir kr. til endamálið
Havstovan og Firum, sum fyrr æt Fiskaaling, samstarva um kanningarnar.
 
26.03.2026 - 16:00

Nógv meira skal granskast, áðrenn týðandi niðurstøður kunnu gerast, um samanhangur er millum upsastovnin og føroyskt alivirksemi.

Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, nú Vinnumálaráðið í næstum fær fyrstu frágreiðingina um granskingina av fiskayngli inni við land. 

Havstovan og Firum, sum fyrr æt Fiskaaling, samstarva um kanningarnar, og tey fingu eina millión krónur á fíggjarlógini í fjør og aðrar tvær milliónir krónur á fíggjarlógini fyri í ár.

 

 

Tað eru annars skjótt fimm ár síðan, at áhugin fyri livilíkindunum hjá ternumurti og fiskayngli sum heild inni við land av álvara bleiv vaktur, bæði í fiskivinnuni, alivinnuni, politisku skipanini og millum fiskifrøðingar.

 


Marita Rasmussen. 

 

Upsafiskiskapurin var í botni tá, og hevði verið støðugt minkandi í meira enn 15 ár. Serliga partrolararnir og virkini, ið arbeiddu upsa, vóru í ringum sjógvi. Dúgliga var gitt og leitað eftir orsøkum til støðugt versnandi fiskiskapin, og brádliga vórðu eyguni vend móti alivinnuni. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25032026_Firum

 

Vert er at viðmerkja, at seinastu tvey árini hevur eisini upsafiskiskapurin ment seg aftur, uttan at alivinnan hevur sett ferðina niður. 
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040