Høgni vann á fremsta FM-avbjóðaranum

Høgni vann á fremsta FM-avbjóðaranum
Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann á fremsta avbjóðaranum til FM í enstaklingatalvi, Luitjen Akselsson Apol, í fyrsta umfari av FM-kappingini
 
29.03.2026 - 14:56

FM-favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann í fyrsta umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar á fremsta avbjóðaranum, Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.

Høgni Egilstoft Nielsen vann við hvíta fólkinum í einum skørpum sisilianara, har hvørgin spardi krútið. Høgni tóktist kortini at hava tamarhald á støðuni allan vegin, skrivar Talvsambandið.

Hetta kann í veruleikanum gerast avgerandi fyri kappingina, tí ilt er at síggja, hvør av annar skal koppa manninum úr Sandavágs Talvfelag, sum vann FM í liðkappingini fyri kortum.

Martin Poulsen, sum hevur triðhægsta styrkitalið í bólkinum, tapti fyri Hans Kristiani Simonsen. Tap var í hendi hjá Martini longu eftir tjúgu leikir. Vánaliga gongdin hjá trífalda føroyameistaranum stendur við.

Á hinum borðunum sótu fýra av teimum yngstu í FM-bólkinum - Luitjen undantikin. Her vunnu teir við hægri styrkitali.

 

FM, Landsliðsbólkur, 1. umfar:

IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST (2401) - Luitjen Akselsson Apol, HT (2299) 1 - 0
Hans Kristian Simonsen, KT (2110) - Martin Poulsen, HT (2189) 1 - 0
Jón í Horni Nielsen, ST (2080) - Flóvin M. Tummasarson, HT (1904) 1 - 0
Petur G. Magnussen, HT(1984) - Elias Petersen, HT (2096) 0 - 1

 

Annað umfar í dag

Klokkan 14.00 í dag byrjaði annað umfar í FM-talvkappingini á Giljanesi.

Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen møtast - telvararnir við flest FM-heitum í beltinum. Annar dystur stendur millum Elias Petersen og Hans Kristian Simonsen, sum báðir vunnu í gjár.

Í alt 45 telvarar eru við í teimum ymisku bólkunum í kappingini. Telvað verður til og við langa fríggjadag, tá sjeynda og seinasta umfar verður.

 

2. umfar sunnudagin 29. mars:

Martin Poulsen - Høgni Egilstoft Nielsen
Flóvin M. Tummasarson - Luitjen A. Apol
Jón í Horni Nielsen - Petur G. Magnussen
Elias Petersen - Hans Kristian Simonsen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945