Eirikur er bilsin og fegin

bannari
Eirikur er bilsin og fegin
Fínteljingin gjørdi, at Eirikur í Jákupsstovu fór fram um Jóhan Christiansen, sum misti tingsessin
Eirikur í Jákupsstovu er nývaldur tingmaður fyri Tjóðveldi.
 
31.03.2026 - 11:58

- Eg eri bilsin, men eisini fegin um, at eg eri valdur og komin upp aftur úr politisku avgrundini.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, nývaldur tingmaður fyri Tjóðveldi.

Á løgtingsvalinum hósdagin fekk Eirikur í Jákupsstovu í Klaksvík 304 atkvøður. Hann endaði nummar sjey á tjóðveldislistanum, og var ikki valdur. Men í sambandi við fínteljingina í gjár fekk Eirikur í Jákupsstovu níggju atkvøður aftrat, og kom upp á 313 atkvøður. 

 


Jóhan Christiansen misti tingsessin í fínteljingini.

 

Jóhan Christiansen í Leirvík fekk 307 atkvøður hósdagin, og var valdur. Hann gjørdist nummar seks á listanum hjá Tjóðveldi

Fínteljingin gav honum tvær atkvøður aftrat, og hann endaði á 309 atkvøðum, men tað var ikki nógv mikið, tí Eirikur í Jákupsstovu fór framum. Jóhan Christiansen misti tí tingsessin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31032026_Eirikur

 

Sí eisini innslag í Degi og viku:

 

260331_DV_EIRIKUR_JOHAN


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458