Verkfall í Íslandi rakar eisini farmaleið til Føroya

Verkfall í Íslandi rakar eisini farmaleið til Føroya
Verkfallið er sett at byrja á midnátt sunnukvøldið og vara til og við 15. apríl, sum er mikudagurin í næstu viku
Dettifoss er eitt av skipunum hjá Eimskipi, sum kann verða rakt av verkfalli.
Mynd: Faroe Ship  
 
08.04.2026 - 08:07

Skipini hjá Eimskipi, sum sigla til Føroya, verða rakt, um fráboðaða verkfallið hjá íslendska sjómannafelagnum verður veruleiki.

Verkfallið er sett at byrja á midnátt sunnukvøldið og vara til og við 15. apríl, sum er mikudagurin í næstu viku.

Verkfallið rakar skipini Dettifoss, Brúarfoss og Selfoss.

Sáttmálaloysi hevur verið síðani ársskiftið.

Verkfall er eisini fráboðað fyri lossingarfólk hjá Eimskipi frá 13. til 15. apríl.

Her hevur ikki verið sáttmáli í sløk tvey ár, skriva íslendskir miðlar.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342