- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunur skulu ikki seta rørportur í landsvegir
Kommunur skulu ikki seta rørportur í landsvegir
Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá Landsverki, sum sigur, at rørportur krevja nógv viðlíkahald, og tey eru eisini ein vandi í vetrarhaldinum

Landsverk roynir at fækka rørportrini í landsvegunum.
10.04.2026 - 09:43
Landsverk vil ikki geva kommunum loyvi at seta rørportur í landsvegir.
Og ta avgerðina hevur Kærustovnurin staðfest.
Ein kommuna søkti Landsverk um at fáa tvey rørportur í landsveg, tí bygdin skal vetrarfriðast.
Men Landsverk segði nei.
Orsøkin er, at rørportur krevja nógv viðlíkahald, og tað kostar sera nógv. Og tey eru ein vandi í vetrarhaldinum.
Plógv á gravimaskinu stóð fast
Dømi eru um, at plógv á gravimaskinu er blivið fast í rørportri.
Tað hevur elvt til bæði maskinskaða og fólkaskaða.
Landsverk roynir tí at fækka rørportrini í landsvegunum.
Landsverk mælir til at hegna við landsvegir og gera seyðasmogur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























