Amerikanskur dómari: Wall Street Journal ærumeiddi ikki Trump

Amerikanskur dómari: Wall Street Journal ærumeiddi ikki Trump
Miðilin Wall Street Journal ærumeiddi ikki Donald Trump, forseta, tá miðilin almannakunngjørdi eina mynd av føðingardagskorti frá Trump til Epstein
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.04.2026 - 14:51

Ein dómari hevur víst burtur einum máli frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um ærumeiðing. Trump reisti  í juli í fjør málið móti amerikanska miðlinum, Wall Street Journal.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Talan er um eitt av fleiri málum, sum Trump, forseti, hevur reist móti miðlum, fyri tíðindaflutning, sum hann sigur er skeivur.

 

Føðingardagskort til Epstein

Hetta málið snýr seg um eina grein hjá Wall Street Journal, sum almannakunngjørdi eina mynd av einum føðingardagskorti, sum forsetin skuldi hava skrivað dømda Jeffrey Epstein.

Trump og hansara fólk hava tvíhildið um, at kortið er ikki rættiligt, hóast tað var almannakunngjørt í sambandi við kanningarnar í Epstein málinum.

Trump hevur longu boðað frá, at hann fer at taka málið móti Wall Street Journal uppaftur.

Í seinasta lagi 27. apríl fara vit at stevna, skrivar hann á miðli sínum, Truth Social.


Hollendsku kongshjúnini eru í dag og vitja amerikanska forsetan og forsetafrúuna (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585