Undirtøkan fyri Trump minkar

Undirtøkan fyri Trump minkar
Bert 33 prosent av amerikanarunum stuðla Donald Trump, og demokratarnir hava nú størri undirtøku enn republikanararnir undan miðskeiðsvalinum 3. november
 
19.10.2026 - 19:13

Undirtøkan fyri amerikanska forsetanum, Donald Trump, heldur fram at minka.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri amerikanska blaðið The Washington Post.

Sambært kanningini stuðla bert 33 prosent av teimum spurdu forsetanum, meðan 66 prosent eru ímóti honum.

Undirtøkan er minkað fýra prosentstig síðani juli og átta prosentstig samanborið við fyri einum ári síðani.

Tølini eru eisini lægri enn nakrantíð í fyrra forsetaskeiðnum hjá Trump.

Demokratarnir hava framgongd 
Kanningin vísir eisini, at demokratarnir standa sterkari enn republikanararnir í spurninginum um amerikanska búskapin.

Fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár heldur ein meiriluti, at demokratarnir eru betur egnaðir at stýra búskapinum enn republikanararnir, skrivar The Washington Post.

Og framgongdin sæst eisini í undirtøkuni undan miðskeiðsvalinum.

52 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt fyri einum demokratiskum valevni, um valið var nú, meðan 44 prosent høvdu valt eitt republikanskt valevni.

Republikanararnir hava tí økt útreiðslurnar til politiskar lýsingar, eisini í valdømum, sum vanliga verða roknað sum trygg hjá flokkinum.

Sambært The Washington Post verður hetta tulkað sum tekin um vaksandi stúran í republikansku floksleiðsluni.

Miðskeiðisval um tvær vikur
Týsdagin 3. november verður miðskeiðsval í USA.

Tá skulu øll tey 435 umboðini í Umboðsmannatinginum veljast av nýggjum, umframt umleið ein triðingur av teimum 100 senatorunum.

Úrslitið verður avgerandi fyri, hvørjir flokkar fáa meiriluta í teimum báðum kømrunum í Kongressini, og harvið hvussu lætt tað verður hjá Trump at fáa sín politikk samtyktan seinastu tvey árini av forsetaskeiðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329