Fóm ísur aftur gerast í Føroyum

Fóm ísur aftur gerast í Føroyum
MBM ætlar sær, at Fóm ísurin aftur skal framleiðast í Føroyum. Harumframt væntast MBM eisini at koma á marknaðin við einum nýggjum osti.
 
18.04.2026 - 16:21

Fóm Ísurin kemur nú aftur á føroyskar hendur. MBM hevur gjørt eina avtalu við Damfar, sum eigur Fóm Ís um, at ísurin í framtíðini aftur skal gerast í Føryoum. Tað sigur Tony Weyhe, stjóri í MBM. Og í næsta mánað roknar stjórin við, at MBM kemur á marknaðin við einum nýggjum osti. Hetta er eisini er nakað, sum kann flytast út, millum annað til Grønlands.

 

Tað er Damfar, sum eigur Fóm Ís, og hann hevur seinastu árini verið gjørdur í Íslandi, men nú er mann í holt við at flyta framleiðsluna heimaftur. Tað fer ikki at síggjast so væl aftur í framleiðsluni, tí tað skal ikki so nógv mjólk til, tá mann ger ís, men tað ger osturin, har eisini nakað nýtt er á veg frá MBM, sigur Tony Weyhe.
 

1807545

 

Framleiðslan av osti hevur verið í gongd í langa tíð, men nú verður roynt at gera fleiri sløg, sigur stjórin í MBM.
 

1807546


Framleiðslan av osti krevur nógv, viðgongur hann, men tað gevur nakrar áhugaverdar møguleikar eitt nú í samband við Grønland, sigur Tony Weyhe.

 

1807547

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793