Keir Starmer í andróðri í parlamentinum

Keir Starmer í andróðri í parlamentinum
Bretskir miðlar siga, at forsætisráðharrin er komin í stórar trupulleikar av sambandinum, sum Peter Mandelson, sendiharri, hevði við Jeffrey Epstein
Tað brýtur í bæði borð hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer.
Mynd: Tom Nicholson/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.04.2026 - 14:08

Næstu tvey samdøgrini verða hørð -  kanska tey harðastu hjá Keir Starmer sum forsætisráðharra í Bretlandi.

Tað skriva fleiri bretskir miðlar, nú Keir Starmer í dag fer at greiða bretska parlamentinum frá, hvat hann visti um Peter Mandelson og Jeffrey Epstein. 

Starmer tilnevndi í februar í fjør Peter Mandelson bretskan sendiharra í USA.

The Guardian og The Independent hava bæði lýst dagin í dag í sum "dómadag", og Sky News, sum lýsir alla vikuna sum eina "avgerandi viku".

Tí sama hvussu Starmer - í eygum hjá almenninginum og egnu tingfólkum sínum -  greiðir frá og svarar fyri seg í dag, so er ikki sloppið.

Í morgin skal Olly Robbins, sum er deildarstjóri í uttanríkisráðnum, og hevur tikið ábyrgdina av Mandelson-málinum, og sum í síðstu viku varð biðin um at siga seg úr starvi, vitna fyri uttanríkisnevndini hjá parlamentinum.

 


Peter Mandelson. (Mynd:Toby Melville/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

 

Robbins syndabukkur

Og er ósamsvar í frágreiðingunum hjá Starmer og Robbins,  kann Starmer koma í andróður aftur longu mikudagin, tá vikuligi spurnardagurin er í Undirhúsinum, har andstøðan kann spyrja forsætisráðharran um alt.

Sagt verður um Olly Robbins, at hann er gjørdur syndabukkur. Tinglimir eru í øðini um uppsøgn hansara og umhugsa at biðja um løgfrøðiliga kanning.

Sambært Reuters, deildi Peter Mandelson upplýsingar við Jeffrei Epstein, tá hann var ráðharri í stjórnini hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Gordon Brown, í 2009.

Peter Mandelson og maður hansara hava havt rættiliga tætt samband við Jeffrey Epstein, og teir eru nevndir fleiri ferðir í nýggjastu Epstein-skjølunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306