Uppskot um limaskap í oktober

Uppskot um limaskap í oktober
Ætlanin er at hava ítøkilig uppskot um, hvussu Føroyar, Grønland og Áland kunnu gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum
Átta Norðurlond eru.
 
21.04.2026 - 07:06


Ætlanin er at hava ítøkilig uppskot um, hvussu Føroyar, Grønland og Áland kunnu gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í oktober í ár.

Tað fingu umboðini hjá løgtinginum, Johan Dahl og Høgni Hoydal, at vita á fundi hjá Norðurlandaráðnum í Oslo í síðstu viku.

Talan var um evnisfund, um Norðurlond eru fyrireikað til kreppur.

Orðaskiftið um helsingforsavtaluna, norðurlendsku grundlógina, fylti nógv á fundinum. 

Samt Norðurlandaráð avgjørdi í 2024, at helsingforsavtalan skal dagførast á nógvum økjum.

Fyri góðum mánaði síðani bleiv avgjørt at seta nevnd at gera uppskot um ítøkiligar broytingar.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini er í fyrstu syftu at kanna spurningin um fullgildan limaskap hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum.

Nevndin er farin til verka. 

Ætlanin er at hava ítøkilig uppskot um, hvussu Føroyar, Grønland og Áland verða javnsett við hini londini í Norðurlandaráðnum, á ársfundinum í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938