Kvinnurnar hjá Mjølni eru steypavinnarar

Kvinnurnar hjá Mjølni eru steypavinnarar
Kvinnurnar hjá Mjølni eru steypavinnarar. Tær vunnu 3-1 á TB
Annað árið á rað eru kvinnurnar hjá Mjølni steypavinnar eftir sannførandi 3-1 sigur á TB.
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
25.04.2026 - 18:11

Kvinnurnar hjá Mjølni eru steypavinnarar, eftir at tær vunnu 3-1 á TB í steypafinaluni í flogbólti, sum var í høllini við Tjarnir á fyrsta sinni.

Hetta er annað árið á rað, at kvinnurnar hjá Mjølni vinna steypakappingina.

Klaksvíkskvinnur vunnu tvey tey fyrstu settini. TB vann vann tað triðja og eftir trý sett var støðan sostatt 2-1 til Mjølnir. Tað fjórða vann Mjølnir og dysturin endaði tí 3-1. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655