Nú eru fleiri enn 3.200 elbilar í Føroyum

Nú eru fleiri enn 3.200 elbilar í Føroyum
SEV setti upp 600 nýggjar løðingarstøðir til bilar í fjør
1. apríl vóru 3.231 elbilar í Føroyum, 7,5 prosent av teimum 42.774 akførunum, sum tá vóru skrásett.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.04.2026 - 08:23

Nógvir elbilar komu aftrat í fjør, sigur SEV.

Sambært Akstovuni vóru teir 562.

Skrásettir elbilar vóru 2.605 1. januar 2025 og 3.167 1. januar í ár.

1. apríl vóru 3.231 elbilar í Føroyum, 7,5 prosent av teimum 42.774 akførunum, sum tá vóru skrásett.

 

604 nýggjar løðistøðir

Í 2025 setti SEV upp 604 nýggjar løðingarstøðir til bilar.

Haraftat vóru 252 støðir skiftar út, tí tær vóru slitnar, gamlar ella í ólagi.

Við árslok 2025 vóru 55 sólorkuverk knýtt í netið í SEV. 

 

Nýggjar avrokningartreytir

Fyri at fáa gongd á sólorkuna, hevur SEV saman við Elveitingareftirlitinum samskift við Vinnuhúsið um nýggjar avrokningartreytir fyri sólorkuverk, sum eru størri enn 11 kilowatt. 

Myndugleikin hevur góðkent nýggja prísskipan, sum kom í gildi 15. februar í ár, sigur SEV.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037