Úrslitið hjá SEV verri enn væntað

Úrslitið hjá SEV verri enn væntað
Nevndin og stjórnin eru ikki nøgd við úrslitið í fjør, men ásanna samstundis, at fíggjarstøðan er góð
Fyri fyrstu ferð gjørdi SEV meira enn 500 gigawatttímar í fjør. 
 
27.04.2026 - 08:04

Úrslitið hjá SEV eftir skatt var 44 milliónir minni enn væntað í fjør.

Úrslitið var 6,9 mió. kr. 

Myllurnar hjá Vindfelagnum í Húsahaga vóru niðurskrivaðar 28,3 mió. kr.

Roknað var ikki við tí í fíggjarætlanini.

Nevndin og stjórnin eru ikki nøgd við úrslitið, men ásanna samstundis, at tilhoyrandi fíggjarstøða felagsins er góð.

 

244 mió. í tøkum peningi

Tøki peningurin við ársenda er 244 mió. kr. umframt atgongd til trekningsrættir, dráttarrættir, sum eru  850 mió. kr.

Fyri fyrstu ferð gjørdi SEV meira enn 500 gigawatttímar í fjør. 

SEV seldi streym fyri 817,6 mió. kr. í fjør, 2,2 prosent meira enn væntað.

Alivinnan og tað almenna keyptu meira, men privat viðskiftafólk keyptu minni enn væntað.

SEV brúkti næstan 50 mió. kr. meira til olju í fjør enn í 2024. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424