Tá tey kiptu sangfuglin

Tá tey kiptu sangfuglin
Ein septemberdag í 1983 løgdust brøytirnar á Perluna, ið stóð har, ið Trappan í Vágsbotni nú er, og eftir stuttari løtu var alt burtur. Hetta kipti Havnar Jazzfelag
Mynd: Ole Wich  
 
28.04.2026 - 15:43

Havnin hevði í 70-og 80-árunum fingið eitt mentanarligt yvirbrá, ið minti um tað, sum sást í fremmandum metropolum.

Úti um landið var alt, sum tað plagdi at vera, men í Havn hómaðust farvegir av subkulturum. Ábærasta dømið um nýggja stakmentan, har ymsir bólkar eru, sum liva øðrvísi, sást kanska í Havnar Jazzfelag.

Samstundis sum ungdómurin í Føroyum sum aðrastaðni seinnu 70-árini fjølgaðist á dansigólvinum undir blunkandi, littum ljóskúlum til nýggju diskorútmurnar úr Saturday Night Fever, savnaðust onnur um Havnar Jazzfelag, ið tók seg út sum ein alternativur minniluti og mentanarlig anakronisma.

Men Havnar Jazzfelag, ið stovnað var á vári 1976, vaks seg brátt til eina stóra mentanarliga ungdómsrørslu í høvuðsstaðnum.

 

LES EISINI: Tey feitu árini hjá Havnar Jazzfelag

 

Innivist í Perluni

Í 1980 fekk felagið innivist í Perluni í Vágsbotni. Tað var eitt hús, ið sjáldan svav. Tónleikarunum stóð frítt at koma og fara. Har var vant og spælt. Opið var eisini fleiri kvøld um vikuna.

Og tey, ið sótu í nevndini, løgdu altíð nógvar ætlanir. Ørgrynna av útlendskum tónleikarum og orkestrum komu til Føroyar at spæla í Jazzfelagnum. Ein hin fyrsti, sum kom, var hin heimskendi saxofonisturin Dexter Gordon. 


Jazzfelagið skipaði fyri konsert við heimskenda jazztónleikaranum Dexter Gordon í Føroyum í 1977

 

Flím í virkseminum í Vágsbotni

Jazzurin blómar í Føroyum, tá farið verður um fyrsta árið í 80-unum. Havnar Jazzfelag og plátufelagið Tutl høvdu longu eftir fýra árum givið út sekstan føroyskar plátur í alt.

Ikki færri enn 14.000 fólk vitjaðu tey mongu tiltøkini hjá Havnar Jazzfelag bara í 1980. Og við árslok 1980 var limatalið komið upp í 1.400. Og føroysk plátuútgáva fleirfaldast. Limir í Jazzfelagnum skriva nógvan nýggjan instrumentaltónleik. Stutt er millum pláturnar við hesum nýggja tónleiki. 

Hóast nógv fjølgaðust um Havnar Jazzfelag hesi árini, tóktust fleiri, serliga tey tilkomnu, at halda, at flím var í hesum nýggja virkseminum í Vágsbotni, og at hesin jazztónleikurin var onkur illdæmd uttangarðsmentan. Perlan hevði ikki besta orðið á sær. Borgaraskapurin firnaðist hetta mentanarliga undirgrundstemplið.


Perlan soleiðis sum hon sá út í 1960

 

SÍ EISINI: Glaðir amatørar, sjónvarpsrøð frá 1989

 

Hopphøvd og Perlutrøll

Málgagnið hjá tí borgarliga Fólkaflokkinum, Dagblaðið, fór hálvavegna í hernað móti Havnar Jazzfelag. Tey, sum gingu í Perluni, fingu eitt sindur oman yvir seg, hopphøvd og perlutrøll vóru tvey av eyknevnunum.

Hopphøvd er enskt, hophead, og merkir: rukka, brennivínshít ella rúsevnismisnýtari. Íblásturin til perlutrøllini mundi koma frá Williami Heinesen. Høvuðsmaðurin í Jazzfelagnum, Kristian Blak, fekk stóran íblástur úr skaldskapi Williams, eisini klippunum. Summar av plátunum hjá bólkinum Yggdrasil høvdu skaldskapin hjá Williami sum tema. Dagblaðið var ofta eftir Williami, sum teir eina tíð nevndu "Trøllaklipparin undir Varða".  Soleiðis mundu perlutrøllini verða til. 

Elin Brimheim Heinesen, sum var eitt av ungfólkunum í Havnar Jazzfelag, hevur í vangamynd, sum Hans Egholm skrivaði um Elina í Dimmalætting, greitt frá stóru mótstøðuni móti Havnar Jazzfelag.

"Jazzfelagið var eitt ógvuliga tolerant felag, har pláss var fyri øllum slag av fólki. Hetta hóvaði ikki øllum. Serliga var Viljin (ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum) ímóti virkseminum hjá Jazzfelagnum. Nakrir dreingir komu onkuntíð bara fyri at gera ónáðir og leggja upp til rok, tí teir hildu, at øll vóru kommunistar har."

Elin Brimheim ger í vangamyndini vart við, at soleiðis var tað als ikki.

"Onkur var kanska við í Reyða kórinum, men tey flestu av okkum vóru nógv meira áhugað í tónleiki og í at skapa eitt spælistað enn í politikki. Sjálv var eg ikki politiskt aktiv uppá nakran máta, men eg bleiv stemplað sum kommunist, bara tí eg var aktiv í jazzfelagnum."


Býráðið hevði skund, og ein septemberdag í 1983 løgdust brøytirnar á gamla húsið, ið stóð har, ið Trappan í Vágsbotni nú er, og eftir stuttari løtu var alt burtur (Mynd: Ole Wich)

 

Mønustingurin

Best sum Havnar Jazzfelag stendur í sínum fagrasta blóma, rámar lagnan dygt og fast. Perlan, sum felagið í trý ár hevði húsast í, skuldi brádliga takast niður. Býráðið hevði skund, og ein septemberdag í 1983 løgdust brøytirnar á gamla húsið, ið stóð har, ið Trappan í Vágsbotni nú er, og eftir stuttari løtu var alt burtur.

Við Perluni hvarv ein serstøk søga. Jazzfelagnum kendist tað, sum fingu tey sum vátan vøttin, ella bart út sagt mønustingin, tí felagið gjørdist ongantíð tað sama aftur. Felagslívið og útgávuvirksemið í Havnar Jazzfelag fánaði nógv eftir at Perlan varð tikin niður á heysti 1983. Limatalið, sum í 1980 hevði verið 1400, var í 1984 lækkað niður í 110. Árini frá 1980 til 1982 høvdu verið á leið 120 tiltøk um árið í Perluni - í 1984 hevði felagið einans 30 tiltøk.

Limirnir, sum eftir vóru, kendu seg húsvillar. Skipað var fyri ymsum konsertum í leigaðum hølum, tildømis í Havnar Klubba ella í diskotek Dallas, men har kendu tey seg ikki heima.

Aftrat tí kom, at fleiri av teimum, sum høvdu verið mest virkin á tónleikapallinum, fullu so líðandi frá.

Ansurin fyri jazzi var ikki longur hin sami.

 

Hví reyk Perlan?

Mong hava spurt, hví Býráðið hevði slíkan skund at beina burtur grundarlagið undir hesum livandi, mentanarliga felagsskapi. Onnur hava eisini undrast, hví sjálvur William Heinesen ikki skuldi vera væl í øgn við Jazzfelagið, ella hví hann skeyt eftir Perluni. 

Hóast William plagdi at vera við tí góða orðinum, tá ið hann metti um og ummælti tað, sum nýggir, ungir listaspírar sýndu fram, antin tað so var ritlist, myndlist ella tónlist, so er tað ikki yvir at dylja, at sum árini gingu, hómaðist eitt konservativt og afturhaldssamt lyndi í honum.

Um eitt bræv, sum hann í juni 1983 skrivaði og sendi Býráðnum við áheitan um at taka niður Perluna í Vágsbotni, skal takast sum dømi um júst hetta, ella brævið heldur er dømi um íspegilin, ið stundum vaknar í honum, kann hvør í sínum lagi sjálvur ætla um.

"Tað barbariska musikalska óljóðið, sum viðhvørt á náttartíð hvellir út gjøgnum tey rangoygdu vindeyguni, ger ilt verri. Hetta skrímsl, mátti eitt hampa býráð hildið seg ov gott til at havt sum kelivætti."

William Heinesen, rithøvundur, um Perluna og jazztónleikin

 

 

Í brævinum, sum Dagblaðið hevði fingið hendur á og prentað, skrivar William Heinesen:

"Vágsbotnur hevur altíð verið ein tann vakrasti býarparturin í Havn, ella kundi verið tað, um hitt gamla út av lagi avskeplaða pakkhúsið Perlan ikki hevði fingið loyvi at standa eftir sum ein kambfjøður í einum annars snotiligum og fríðoygdum andliti. Ferðafólk, ið vitja hendavegin, gerast ofta bilsin, tí her er sanniliga ein borg, sum eingin vanligur vatnaskalli kundi havt hugsað verri upp. Tað barbariska musikalska óljóðið, sum viðhvørt á náttartíð hvellir út gjøgnum tey rangoygdu vindeyguni, ger ilt verri. Hetta skrímsl, mátti eitt hampa býráð hildið seg ov gott til at havt sum kelivætti."

Tað kann tykjast løgið, at William, ið sjálvur við djúpari innliving og samhuga skrivaði skaldsøguna um "Glataðu spælimenninar", gevur ilt av sær um Perluna. Er nakar, sum hevur nýtulkað yrkingar og skaldsliga anda Williams í føroyskum tónleiki, eru tað menn, sum vóru virknir í Havnar Jazzfelag.


Poul Michelsen, borgarstjóri í Havn í 1983, stendur í durinum hjá Valdemar Lutzen og hyggur at, meðan Perlan verður rivin niður (Mynd: Ole Wich)

 

 

Tað byrjaði við Spælimonnununum í Hoydølum. Oddamenninir vóru ikki meira glataðir enn so, enn at teir í 1977 stovnaðu Havnar Jazzfelag. Tiknar vóru upp nógvar plátur, sum felagið gav út. Ofta hevði William teknað kápumyndina - og altíð ókeypis.

Eldsálin í Jazzfelagnum og útgávufelagnum Tutl, Kristian Blak, fekk nógvan íblástur úr skaldaheimi Williams. Fleiri av plátunum eru at kalla Williams-verk burturav.

Tað kann tykjast at vera lagnunnar speisemi, at Dagblaðið, sum javnan skutlaði William Heinesen, nú leggur dent á júst hansara hugsan um Perluna.

"Fyrrverandi býararkitekturin, Gunnar Hoydal, segði um gomlu Perluna, at "eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga."

Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, um Perluni á Facebook í 2016

 


Heðin Mortensen, fyrrverandi Borgarstjóri í Havn, hugleiddi í apríl 2015 um lagnuna hjá Perluni á Facebook (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Býráðið fekk skund

Um brævið hjá Williami til Tórshavnar Kommunu í juni 1983 fekk Býráðið at skunda undir ætlanina at taka niður Perluna, vita vit ikki, men í apríl 2015 hugleiðir táverandi borgarstjóri í Havn, Heðin Mortensen, á egnum Facebok-vanga um Perluna, ið so brádliga hvarv úr býarmyndini:

Tað var Andrias Berg, sum við eini brøyt hjá Guttesen & Staksberg soraði Perluna niður klokkan fimm um morgunin 17. september 1983. Tá var Heðin Mortensen formaður í mentanarnevndini, og Poul Michelsen var borgarstjóri. Og tað man helst vera lagnunnar speisemi, at sami Andrias Berg, sum breyt Perluna niður, seinni skrivaði sáttmála við Tórshavnar kommunu um at byggja nógv umrøddu trappuna á perlugrundini.

Tá fólk í dag tosa um gomlu Perluna, so snýr kjakið seg ógvuliga skjótt um perlukotilettir og jazztónleik. Tað er ilt at ímynda sær, at á hesum pinkalítla tríkantinum við heili fimm ørsmáum matriklum stóðu einaferð bara nøkur neyst, og seinni eini risastór hús í fýra hæddum, sum trónaðu yvir Vágsbotn. Hetta vóru upprunaliga eini stór pakkhús.

Fyrrverandi býararkitekturin, Gunnar Hoydal, segði um gomlu Perluna, at "eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga."

Tað var pápi heiðursborgara okkara, William Heinesen, sum átti Perluna. William hevði sjálvur málað á loftinum, har listamálarin Mikines eitt skiftið eisini helt til.

"Tað er eyðsýnt at Havnin sum frálíður fær eina støðugt meira dámliga útsjónd. Her gera menn mong dygg og rósverd framtøk til gleði og gagn fyri okkum íbúgvar. Vit eldru frøast tá vit síggja, hvussu væl tað ofta eydnast at varðveita vøkur gomul hús og sermerktar býlingar, eitt nú úti í Havn og á Tinganesi. Og eisini mugu vit ásanna, at byggihátturin nú á døgum er almikið vakrari enn í fyrstu helvt av okkara øld, tá ið idealið var "trimpul og kvist" ella deydligir sementblokkar".

Soleiðis skrivaði William Heinesen í 1983 í brævi til Tórshavnar býráð. William fegnaðist stórliga um, at tað gamla og vakra varð varðveitt, og Vágsbotnur stóð hansara hjarta næst. Men í Vágsbotni var nakað, sum skar í eygu hansara. Hann skrivar víðari í sama brævi:

"Ein tann vakrasti býarparturin var altíð Vágsbotnur og er hann tað enn - ella kundi verið tað, um hitt gamla og út av lagi skeiva og avskeplaða pakkhúsið "Perlan" ikki hevði fingið loyvi at standa eftir sum ein kambfjøður í einum annars snotiligum og friðoygdum andliti!"

William helt fram, at pápi hansara hevði átt, men ikki bygt húsið:

"Hann royndi uttan hepni av og á at fríðka við at flokka um uppá teir vilstu gluggarnar. Húsið er so mikið gamalt, at vanlig havnarfólk helst fyri langtsiðan hava gloymt at geva tí ans. Men ferðafólk, ið vitja hendavegin, gerast ofta bilsin, tí her er sanniliga ein borg, sum ongin svakligur vatnaskalli kundi havt hugsað verri upp", skrivaði William víðari.

Og at húsið var brúkt til tónleik hjálpti ikki heldur, tí William segði, at "tað barbariska musikalska óljóðið, sum viðhvørt á náttartíð hvellir út gjøgnum tey rangoygdu vindeyguni, ger ilt verri!"

William rundar av við at skriva, at "hetta skrímsl mátti eitt hampa býráð hildið seg ov gott til at havt til kelivætti. Her man lítið vera at kjakast um. Varð hetta marrukenda húsið tikið niður og t.d. ein "heingjandi urtagarður" gjørdur á helluni aftanfyri, hevði býurin fingið ein nýggjan hugnaligan griðstað og eitt nýtt prýði."

Sama árið, tann 17. september, varð Perlan rivin niður. Og síðan hevur her bert verið ein lítil grønur blettur, sum við jøvnum millumbilum verður umrøddur - serliga, hvørjaferð kjakið hevur verið frammi um vantandi spælistøð í býnum.

Nú flestu tónleikabólkar og stakir tónleikarar hava funnið sær innivist millum tey mongu tilboðini, býurin í dag bjóðar - og tað enntá ber til at keypa perlukotilettir aðrastaðni í býnum - so verða tankarnir um gomlu Perluna melankolsk minnisbrot um ein misháttan og órøktan bygning, sum tó hevði eitt innihald, sum tørvur var á, og sum hevði stóran týdning fyri mong. Valla nakar ynskir sær tó pakkhúsið Perluna aftur.

Í býráðnum hava fólk verið meira ella minni samd við heiðursborgaran um, at Vágsbotnur er nakað heilt serligt. Og tí hevur býráðið viljað gjørt alt fyri at skapa hugna og á annan hátt økja um trivnaðin í økinum. Og hesin tríkanturin frammanfyri Bojsensgarð millum Mylnugøtu og Bryggjubakka hevur støðugt verið frammi í kjakinum.

Í fjør skipaði kommunan so fyri eini stórari arkitektakapping um miðbýin. Síðan hevur verið arbeitt við at raðfesta tey ymsu átøkini, sum býráðið hevur samtykt at gera í sambandi við stóru miðbýarætlanina. Uppskotið um trappuna í Vágsbotni var partur av uppskotinum hjá Zeta Arkitektum, sum fingu fyrstu virðisløn í arkitektakappingini. Trappan umfatar eitt øki uppá umleið 310 fermetrar og kemur at binda økið frammanfyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni saman. Trappan verður vakurt skipað við smærri uppihaldsøkjum, umframt trøum og grønum plantum.

Vit kunnu næstan siga, at William fekk sítt ynski uppfylt. Um vit akkurát fáa ein "heingjandi urtagarð", sum William Heinesen ynskti sær, er kanska minni áhugavert, nú allur tann vakri Bojsensgarðurin rennur saman við hesum økinum. Og ikki at gloyma - vónandi verða ymsu pallarnir á gomlu Perlugrundini eisini í stóran mun brúktir til tónleik! 

 

Hvat: Hopphøvd og Perlutrøll (4:4)
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Í dag, týsdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF L
jóð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472