Kvinnuhúsið fingið leiðara

Kvinnuhúsið fingið leiðara
Hon eitur Asløg Schytter Andersen
Asløg Schytter Andersen er nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum.
 
30.04.2026 - 06:49

Kvinnuhúsið hevur fingið leiðara.

Hon eitur Asløg Schytter Andersen.

Hon tekur við starvinum 1. juni.

Asløg Schytter Andersen er 38 ár, hon er donsk, men hon hevur búð í Føroyum síðani 2022.

Nú býr hon í Skopun.

Asløg Schytter Andersen kemur úr starvi hjá Landsverki, har hon hevur arbeitt við samskifti, leiðsluráðgeving og skipanarmenning. 

 

Nógvar royndir

Asløg Schytter Andersen er cand.mag. í antropologi, mannfrøði, við sergrein í javnstøðuspurningum og empowermentháttum. 

Empowerment er at menna egnan mátt ella egna kraft og geva myndugleika ella vald.

Hon hevur drúgvar royndir við strategiskari menning, verkætlanarleiðslu og samskifti, og hevur verið fasilitatorur og undirvísari í ymiskum høpum, sigur nevndin í Kvinnuhúsinum í tíðindaskrivi.

Ein fasilitatorur skapar ella skipar umstøðurnar hjá einumhvørjum.

11 umsóknir vóru til leiðarastarvið í Kvinnuhúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650