KÍ málleyst ímóti botnliðnum

KÍ málleyst ímóti botnliðnum
Einki mál og bert eitt stig. Tað var úrtøkan hjá KÍ ímóti Skála, meðan HB haltaði víðari við javnleiki ímóti AB í Gundadali
Mynd: Savnsmynd: Leit  
 
03.05.2026 - 20:59

KÍ skoraði einki mál og fekk bert eitt stig á heimavølli ímóti botnliðnum Skála í Meistaradeildini sunnudagin. 

Føroyameistarin hevði longu undan dagsins dysti mist seks stig, og tað talið eitur nú átta eftir lítið sannførandi fyrsta triðing av landskappingini. 

Sambært Norðlýsinum høvdu klaksvíkingar bert ein kjans fyri steðgin. Í seinna hálvleiki batnaði spælið nakað, men kjansirnir, sum hóast alt komu, vórðu misnýttir. 

 

HB haltaði víðari

Kreppan var útsett mikudagin, tá HB sendi B36 úr steypakappingini, men tutlið man hava tikið seg upp aftur eftir lítið sannførandi javnleik ímóti AB.

Ikki tí, liðini lógu lið um lið miðskeiðis á stigatalvuni undan dystinum í Gundadali, og javnleikurin var á eini leið. HB legði seg framum fyri steðgin, men argjamenn javnaði átta minuttir fyri leiklok, og so var status quo onkursvegna.

Á Toftum skoraði EB/Streymur fyrst, men tað eydnaðist B68 at javna og fáa eitt týðandi stig á heimavølli.

 

NSÍ kann stinga av

Í annaðkvøld verða tveir teir seinastu dystirnir í 8. umfari spældir. NSÍ kann stinga av í oddinum, um tað eydnast runavíkingum at vinna á B36 í Gundadali, men Víkingur tekur ímóti 07 Vestur í Gøtu.

 

Meistaradeildin við kvinnum: HB bjargaði sær javnleik í evstu løtu

Toppdystur var í Gundadali millum fremstu biðlarnar um meistaraheitið hjá kvinnum, har bæði HB og KÍ høvdu fult stigatal undan uppgerðini. 

HB legði seg á odda beinanvegin við máli frá Brá Zakariasardóttir, men eftir steðgin skoraðu Eyðvør Klakstein og Tóra Mohr, og so luktaði tað av einum teprum KÍ-sigri. 

Men tað eydnaðist Rúnu Jacobsen at javna langt inni í yvirtíðini, og so fingu liðini eitt stig í part.

Víkingur vann 3-0 á 07 Vestur í Sarpugerði, og Skála vann 3-0 á B36, sum vitjaði undir Mýruhjalla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672