Iran ávarar: USA setir trygdina í vanda

Iran ávarar: USA setir trygdina í vanda
USA og sameind hava sett trygdina hjá skipaferðsluni og orkuflutningi í vanda við at bróta vápnahvíldina og steingja Hormuzsundið
Skip, ið liggja fyri akker í Hormuzsundinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.05.2026 - 11:17

Iran ávarar nú um, at USA og sameind hava sett trygdina hjá skipaferðsluni og orkuflutningi í vanda við at bróta vápnahvíldina og steingja Hormuzsundið.

Ávaringin úr Iran kemur í dag í fráboðan á X frá máttmikla leiðaranum í tjóðartinginum, Mohammad Baqer Qalibaf.

- Vit eru fullgreið um, at framhald av verandi støðu ikki haldgóð fyri Amerika, - men vit eru ikki eingongd eru byrjað, skrivar Ghalibaf, sum eisini er semingsmaður hjá Iran í samráðingunum við USA.

 

Project Freedom

USA og Ísrael fóru undir álopskríggj móti Iran 28. februar.

Fyribils vápnahvíld varð undirskrivað 8. apríl, men í gjár framdu USA og Iran nýggj álop, sum vekja ótta fyri, at kríggj fer at bresta á aftur.

Støðan gjørdist spentari eftir at USA fór undir tað, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, kallar "Project Freedom", har herdeildir úr amerikonska sjóverjuni skulu stýra ella fylgja handilsskipum út úr Hormuzsundinum.

 

Iranskt eftirlit

Iran hevur eftirlit við smala sundinum og hevur frammanundan ávarað sjóverjuna um ikki at koma inn í økið. 

Iranar svaraðu aftur við at fremja rakett- og dronuálop á bæði skip og oljuverk í Sameindu Arabisku Emiratunum, sum eru í sameind hjá USA.

USA segði í gjár, at tað hevur søkt seks iranskar smábátar, og oyðilagt iranskar rakettir og dronur, eftir at amerikanarar hjálptu tveimum handilsskipum úr Hormuzsundinum, - annað var eitt skip hjá Mærsk, sum dóttirfelagið Alliance Fairfax eigur, og sum siglir undir amerikonskum flaggi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365