Brúkaraumboðið mælir til at stovna brúkaraklagunevnd

Brúkaraumboðið mælir til at stovna brúkaraklagunevnd
Aftur í ársfrágreiðingini fyri 2025 mælir Brúkaraumboðið til at stovna mekling og brúkaraklagunevnd, sum skal viðgera klagur frá brúkarum um vørukeyp og tænastur.
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.05.2026 - 09:56

Brúkaraumboðið mælir í ársfrágreiðingini fyri 2025 enn einaferð til at stovna mekling og brúkaraklagunevnd, sum skal viðgera klagur frá brúkarum um vørukeyp og tænastur.

Og hetta er verri enn so fyrstu ferð, hetta tilmæli er í ársfrágreiðigini hjá Brúkaraumboðnum.

Tað var til dømis við í 2014.

 

Kunnu bara fara í rættin

Brúkaraumboðið sigur, at fólk koma ofta illa fyri, tí eingin myndugleiki ella klagunevnd kann taka avgerð í summum málum. 

Fólk, sum koma illa fyri av einum keypi, kunnu bara fara í rættin fyri at fáa málið roynt.

Og tað kann gerast bæði drúgt og kostnaðarmikið, sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið skrásetti 192 mál í 2025.

Tey vóru 229 í 2024.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595