Í mesta lagi 1500 krónur í leigustuðli

Í mesta lagi 1500 krónur í leigustuðli
Uppskotið um leigustuðul, sum nú er komið í løgtingið, staðfestir, at leigustuðulin kann vera í mesta lagi 1500 krónur. Samtyktur, so kemur leigustuðulin í gildi 1.september
Mynd: Bústaðir  
 
06.05.2026 - 17:32

Leigustuðulin hevur verið leingi áveg. 

Lógaruppskotið varð sent í almenna hoyring fyri løgtingsvalið, men ídag kom leigustuðulin inn um tinggáttina.

Lógaruppskotið varð lagt fram ídag.

HOYR GREININA LISNA HER:

 

 

20 prosent afturrindað

Við lógaruppskotinum kunnu tey, sum búgva til leigu, fáa upp til 20 prosent av húsaleiguni afturrindað sum stuðul úr landskassanum. Tó í mesta lagi 1500 krónur um mánaðin.

Leigustuðulin, sum verður latin hvørjum húski, er fyrst og fremst ætlaður fólki við lágum inntøkum.

Húski við einum persóni yvir 18 ár, sum tjenar í mesta lagi 350.000 krónur, fær fullan leigustuðul.

 

Fellur burtur um inntøkan er yvir 635.000 kr. 

Er inntøkan hægri enn 350.000 krónur, lækkar leigustuðulin við fimm prosentum av inntøkuni, sum er omanfyri 350.000 krónur.

Eru tvey fólk yvir 18 ár í húskinum, so hava tey rætt til fullan leigustuðul - 1500 krónur um mánaðin - um samlaða inntøkan hjá teimum er minni enn 500.000 krónur.

Er inntøkan hægri enn 500.000 krónur, so lækkar leigustuðulin eftir sama leisti, nevniliga við fimm prosentum av inntøkuni omanfyri 500.000 krónur.

Hjá húskinum við einum persóni yvir 18 ár fellur leigustuðulin heilt burtur, tá inntøkan fer upp um 638.000 krónur.

Og hjá húskinum við tveimum persónum yvir 18 ár fellur stuðulin burtur, tá samlaða inntøkan fer upp um 788.000 krónur.

 

Ikki eiga fastogn

Ein treyt fyri at fáa leigustuðul er, at húskið ikki eigur nakra fastogn, sum kann nýtast sum bústaður.

Á hinari síðuni er tað ein politisk avgerð, at leigustuðulin skal ikki ávirka rættin til aðrar almannaveitingar. 

Og leigustuðulin er ein skattafrí veiting - undantikin skattskylduni.

 

18 partar hoyrdir

Lógaruppskotið, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, legði fyri løgtingið ídag, hevur verið til hoyringar hjá 18 ymiskum pørtum.

Landsfelag Pensjónista heldur at hægsti leigustuðul eigur ikki at vera 1500 krónur, men 3000 krónur um mánaðin.

Landsbankin heldur, at fólk sum eiga stóra fíggjarliga ogn, eiga ikki eisini at hava rætt til leigustuðul. 

Og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at inntøkumarkið fyri at fáa leigustuðul eigur at vera lækkað, so stuðulin í størri mun fer til tey, sum veruliga hava tørv á honum.

 

Í gildi 1. september

Verður lógaruppskotið samtykt, sum tað sær út ídag, fær tað gildi 1.september. Almannaverkið skal umsita leigustuðulin, og fólk skulu søkja um stuðulin har. 

Almanna- og bústaðarmálaráðið veit ikki, hvussu nógv leigustuðulin fer at kosta landskassanum. Ráðið nevnir tó sum dømi, at fáa 1200 húski í meðal 1200 krónur í leigustuðli um mánaðin - so kostar stuðulin 17 milliónir.

Lógaruppskotið um leigustuðul kemur til 1.viðgerð fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904