Esmar spekulerar, meðan Hans Andrias droymir

Esmar spekulerar, meðan Hans Andrias droymir
"Spekuleri" eitur nýggjur sangur hjá spríandi trubadurinum Esmari úr Miðvági, meðan "Dreymurin" er fyrsta staklagið av føroysku útgávuni hja Hans Andriasi
“Dreymurin” eitur nýggi sangurin hjá Hans Andriasi, meðan Esmar hevur givið sangin “Spekuleri” út
 
09.05.2026 - 09:00

Tað legst afturat við spenanndi føroyskum sangarum og sangskrivarum - trubadurum. 

Fríggjadagurin skilmarkaði av álvara høga og hækkandi støðið innan júst hesa sjangru, ið serliga Teitur, Lena og Marius Ziska hava gingið á odda fyri á føroyska tónleikapallinum. 

Tveir spennandi føroyskir sangarar og sangskrivarar - annar kendur, hin ókendur - góvu fríggjadagin út hvør sítt spennandi staklag. 

 

Esmar leitar eftir friði

Í Vágunum hava tey í nógv ár vitað, at tað býr okkurt serligt í Esmari Palli Fagraberg, ella bara Esmar. Higartil eru lovandi sangir komnir drússandi frá tíð til aðra. 

Fríggjadagin sparkaði Esmar so dyrnar av álvara upp út á føroyska tónleikapallin við sanginum "Spekuleri". Ein sera vakur sangur, ið setur orð á ivan, sum er ein óloysiligur fylgissveinur hjá okkum menniskjum, og hvussu nógv finna troyst í trúnni.

"At renna runt í dimmum dølum og brøla, at leita eftir friði og at villast á vegnum, er eitt einsamalt og myrkt stað at vera. Tíbetur er ein favnur, sum altíð stendur víðopin og bíðar. Hetta er tað sum 'Spekuleri' snýr seg um," skrivar Esmar í tíðindaskrivi um sangin. 

Lagið er rokkut og melodiskt, og er bygt runt um elektriska gittaran. Esmar Palli Fagraberg syngur og spælir gittar á lagnum. Kirstin Terjadóttir Fagraberg syngur kór, Fríði Bjarkhamar spælir trummur og Benjamin Djurhuus spælir bass og hevur framleitt.

 

HOYR EISINI: Beinleiðis úr Studio 5 - Esmar

 

Lurta her: https://bfan.link/spekuleri

 

Spekuleri
Orð & lag: Esmar

Eg gangi runt og spekuleri
Hvar ið leiðin liggja skal
Eg renni runt í dimmum dølum og brøli
Eg vóni at eg finni frið

Eg veit ei, hvør eg sjálvur eri
Eg veit ei, hvar ið leiðin ber
Um ei eg havi Teg

Hann er komin við tí góða
Men fólk tey skilja ikki Teg
Hann er kongur í tí lága og smáa
Eg má boyggja míni knø

 

Hans Andrias 2.0

Hans Andrias er eitt kent og rótfest navn á føroyska tónleikapallinum. 

Fyrst var hann við í klaksvíksbólkinum Grandmas Basement, áðrenn hann eisini fór at upptraðka einsamallur sum sangari og sangskrivari. 

Men júst sum Hans Andrias var í holt við at spæla seg upp millum tey allar størstu, so tagnaði rødd hansara, og Hans Andrias hvarva av føroyska tónleikapallinum. 

Orsøkin var heilt einføld hon, at Hans Andrias var farin í holt við at útbúgva seg til kokk. 

Í sambandi við Sement í 2025 setti Hans Andrias stykkið í aftur og teknaði seg til tónleikakappingina, sum hann vann.

 

LES EISINI: Sement skal sjóseta Hans Andrias av nýggjum

 

Fríggjadagin gav hann so fyrsta staklagin í aðru útgávuni av sær sjálvum sum tónlistamanni, "Dreymurin".

Lurta her: https://bfan.link/dreymurin

 

HOYR EISINI: Beinleiðis úr Studio 5 - Hans Andrias

 

Kollslíð skrivað tekstin

"Dreymurin" er fyrsta staklagið av føroysku útgávuni hja Hans Andriasi, sum kann lýsast sum eitt hugtakandi og fangandi lag, sum verður borið fram av vøkrum gittarspæli, nærverandi munnharpuspæli og við inniligu og sterku røddini hjá Hans Andriasi. Til tíðir er lagið countrykent við nógvum spennandi ljóðførum, sum Banjo og mandolin.

Hans Andrias hevur sjálvur gjørt lagið, meðan teksturin er skrivaður av yrkjaranum Hans Jacob Kollslíð. Um tekstin sigur Kollslíð: 

"Onkuntíð mugu vit koma til sættis við broytingar í lívinum og lata farið vera farið. Tað kann verða torført, og tað kann verða freistandi, at minnast aftur á dreymarnar frá fyrr og droyma seg burtur nú. Fyrr ella seinni, mugu vit koma til ta niðurstøðu, at nú er nú, og lata fortíðina fara í friði, um vit sjálvi skulu fáa frið."

 

Dreymur
Lag: Hans Andrias / Orð: Hans Jacob Kollslið

Livi enn í dreyminum
sum vit livdu einaferð
Tá vit áttu løtuna
og kærleikin var okkara

Hóast tú ei meir ert mín
Eri eg brátt aftur har

Alt var bara so sum tað nú var
Kennist sum eg droymi
Tá tú ert mær nær
Dagur datt av degi eins og nú
Og vit áttu heimin
Bara eg og tú

Einki er sum tað var tá
Tað sum var er farið nú
Mælir hugtung rødd í mær
Og eg má nú sleppa tær

Alt var bara so sum tað nú var
Kennist sum eg droymi
Tá tú ert mær nær
Dagur datt av degi eins og nú
Og vit áttu heimin
Bara eg og tú

Men nú er nú
Og eg má sleppa tær
Men nú er nú
Far í friði

Alt var bara so sum tað nú var
Kennist sum eg droymi
Tá tú ert mær nær
Dagur datt av degi eins og nú
Og vit áttu heimin
Bara eg og tú

 

 

Trubadurarnir áttu fríggjadagin

Fríggjadagin var sanniliga trubadur-dagurin mikli, tí umframt at Esmar og Hans Andrias góvu sangir út, so var Jógvan Joensen, ella bara Jógvan, og framførdi beinleiðis í Studio 5. 

Jógvan, ið er fluttur aftur til Føroya, sigur seg sjálvan vera endurreistan úr øskuni, og hann framførdi eisini nýggja sangin "Ein, ið føðist av nýggjum upp úr øsku." 

 

HOYR EISINI: Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan

 

Leitisstein gestur hjá Ravnsfjall

Umframt alt hetta, so var størsti trubadururin av teimum øllum, Sámal Ravsfjall, gestur í sendingini LEITISSTEIN

Tað er kanska skeivt at siga, at Sámal var gestur hjá Leitisstein, tí tað var í grundini Leitisstein, ið var gestur hjá Sámali.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð, so bleiv LEITISSTEIN sendingin send beinleiðis uttan fyri sjálv Kringvarp Føroya, tá send var úr stovu Sámals í Húsabrekku í Miðvági. 

Hetta hendi í sambandi við, at ein serlig heiðurskonsert verður fyri Sámali Ravnsfjall í Húsabrekku, ið Sámal gjørdi heimskenda í Føroyum við sanginum "Húsabrekku blues", í kvøld, leygarkvøldið, klokkan 20. 

 

1811700

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040