
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement skal sjóseta Hans Andrias av nýggjum

Kendasti luttakarin til Sement 2025 er uttan iva sangarin og sangskrivarin úr Klaksvík, Hans Andrias.
Hans Andrias Jacobsen steig upprunaliga inn á føroyska tónleikapallin saman við bólkinum Grandma's Basement, har hann spældi gittar og sang.
Síðani hevur hann gjørt vart við seg sum ein tann besti sangari og sangskrivari á heimliga tónleikapallinum undir navninum Hans Andrias.
Í 2016 útgava Hans Andrias eisini frálíku plátuna "Vision".
Men hvat fær ein so royndan tónlistamann at melda seg til Sement?
Tað hava vit spurt Hans Andrias um.
Sí eisini: Luttøkan til Sement setir met í ár
Hví hevur tú valt at meldað teg til Sement?
»Eg havi meldað meg til Sement, tí eg haldi, at tað er eitt ordiliga gott tiltak, har fólk kunnu vísa sín tónleik fram. Eg havi altíð dámað tónleikakappingar. Eg plagdi altíð at hyggja eftir Prix Føroyar, GBOB, Wacken Metal Battle o.s.fr. og nú er tað Sement. Fyrr var Sement ein kapping, har nýggj tónlistafólk kundu royna seg og promovera ymisk prosjektir. Men nú hevur Tórsgøta broytt tiltakið til eina tónleikakapping, ið er til allar tónleikarar - bæði roynd og óroynd.«
Hvat kann Sement geva tær tær tónleikaliga, sum tú ikki kanst fáa á annan hátt?
»Tað kann kanska teljast á einari hond, hvussu ofta eg havi framført sum einstaklingur tey seinastu fýra til fimm árini, so mítt tónleikalív hevur faktist verið steindeytt í nøkur ár. Sement er ein sterkur pallur til at vísa seg fram. Tað eru nógv fólk sum fara til Sement í Reinsarínum í Havn, og tað eru eisini nógv sum hyggja heima í stovunum umvegis sjónvarpið. Tiltakið fær nógva umtalu, verður stroymt beinleiðis á kvf.fo, vinningarnir eru góðir, og so er Reinsaríið eitt framúrskarandi stað til at framføra nýggjan tónleik í.«
Hvussu eru vónirnar til at vinna?
»Tað veit eg ikki. Vit hava so nógv dugnalig tónlistafólk í Føroyum, so tað verður uttan iva ein hørð kapping. Tað ivist eg ikki í. Onkur heldur sikkurt at tað er rættiliga ambitiøst at stilla upp sum einstaklingur til eina so stóra tónleikakapping. Men eg eri jaligur og fari at gera mítt allarbesta. Um eg komi víðari ella ei, tað veit eg ikki, men eg veit, at eg fari heim við einari góðari uppliving óansæð úrslitið.«
Hvat kunnu fólk vænta frá tær?
»Eg haldi, at hetta er eitt frálíkt høvi at vísa nýggju sangirnar hjá mær fram, men eisini at vísa føroyingum, at eg eri til enn, og at eg eri klárur til at upptraðka aftur við nýggjum sangum. Eg eri klárur til at royna nýggj ting, og vil gjarna útgeva meira tónleik. Eg havi eisini ment meg sera nógv sum tónlistafólk hesi seinastu fimm árini, og tað eri eg til reiðar til at vísa fólki. So fólk kunnu avgjørt vænta sær eina spennandi framførslu.«
Kunnu fólk vænta at uppliva eitt stílskifti?
»Ja, eitt sindur. Tað haldi eg. Tað fyrsta fólk fara at leggja merki til er, at allir nýggju sangirnir eru á føroyskum. Eg havi fyri tað mesta sungið á enskum, men eg haldi, at tað gevur nógv meira meining at syngja á móðurmálinum. Tað ljóðar bara betur. Sangirnir eru lættari at lurta eftir, og fleiri av sangunum hava eitt hægri tempo enn áður, og eru eisini meira fangandi. Meira tekniskt gittarspæl við alternativum gittartunings. Fleiri munnharpur, meira rútmiskt og sterkari melodiir. Eg gleði meg at framføra til Sement 2025.«
Hvat: Sement, 3. umfar*
Hvar: Í Reinsarínum í Havn
Nær: Leygarkvøldið kl. 20
Luttakarar í 3. umfari: 17.5 Zentimetrar / Tunghoyrt / Tóra Trond / Serhii Ilin / Óli / Hans Andrias / Sjúrður / Anna Sabina & Co / Attika / Ravsøgn
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Michael Antony Charles, Kristian Blak, Jenný Kragesteen og Danny Baldursson.
Vertur: Filip Mortensen
* Kringvarp Føroyar vísir ikki 3. umfar í sjónvarpinum og stroymir tað heldur ikki á kvf.fo orsakað av páskahøgtíðini