Marius fær ikki fótfjøtur

Marius fær ikki fótfjøtur
Landsrætturin hevur staðfest avgerðina hjá rættinum í Oslo, og tí noyðist sonur krúnprinsessuna at verða verandi í fongsli, til dómur fellur
Marius Borg Høiby noyðast at verða verandi í fongslinum, til dómurin fellur.
 
13.05.2026 - 14:59

Marius Borg Høiby, sonur norsku Mette-Marit krúnprinsessu, fær ikki fótfjøtur, og sleppur sostatt ikki úr fongslinum, meðan hann er varðhaldsfongslaður.

Tað er avgerðin hjá norska landsrættinum, sum hevur víst kæruni hjá Marius Borg Høiby aftur, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Í síðstu viku vísti rætturin í Oslo kravinum hjá um fótfjøtur aftur.

Rætturin metir, at vandi er fyri, at hann fer at fremja fleiri lógarbrot, og vísir á, at Marius Borg Høiby fleiri ferðir hevur brotið vitjanarforboðið - eisini eftir at rættarmálið byrjaði.

 

Vónbrotin

René Ibsen, sum er verji hjá Mariusi Borg Høiby, sigur, at hann er vónbrotin av avgerðini, men hevur ikki fleiri viðmerkingar.

Við avgerðini skal hann sostatt sita varðhaldsfongslaður til 15. juni, tá dómur væntandi fellur, skrivar NRK.

Marius Borg Høiby er ákærdur fyri 40 ymisk brot. Millum annað fýra mál um neyðtøku av kvinnum, meðan tær svóvu, harðskap, hóttanir, umframt álvarsligt brot á rúsevnalógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221