Oljugoymsla fær umhvørvisgóðkenning

Oljugoymsla fær umhvørvisgóðkenning
Tríggjar tangagarðar við sjey tangum, sum tilsamans taka 20.000 rúmmetrar, 20 milliónir litrar, skulu byggjast í Søldarfirði
Sjey tangar skulu byggjast.
 
14.05.2026 - 10:31

Oljugoymslan hjá Effo niðri á Sandi í Søldarfirði hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.

Virksemið hjá oljugoymsluni er at taka ímóti, goyma og avskipa oljuúrdráttir. 

Tríggjar tangagarðar við sjey tangum, sum tilamans taka 20.000 rúmmetrar, 20 milliónir litrar, skulu byggjast, tí verandi oljugoymsla í Søldarfirði er gomul og nærkast endanum á síni livitíð.

Avgerðin um umhvørvisgóðkenningina kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775