10.000 litrar av olju á sjógv í Hvalba

10.000 litrar av olju á sjógv í Hvalba
Oljan fleyt yvir, meðan trolarin Steintór bunkraði
Olja sæst á sjónum innan fyri brimgarðin í Hvalba.
Mynd: Leivur Nygaard  
 
18.05.2026 - 12:20

Okkurt um 10.000 litrar av olju fóru á sjógv í Hvalba, tá ið trolarin Steintór bunkraði olju fríggjadagin.

Nógv bendir á, at oljan fleyt yvir, tí ein av teimum trimum tangunum, ikki var opin, meðan trolarin bunkraði. Tað sigur Palli Augustinussen, økisleiðari á løgreglustøðini í Suðuroynni.

Løgreglan kannar málið víðari, og ein maður er skuldsettur, upplýsir Palli Augustinussen. 

Sløkkiliðið á Tvøroyri varð boðsent at taka oljuna upp aftur. 

Anfinn Leo, átaksleiðari á Tvøroyri, greiðir soleiðis frá:

 

18052026_Oljudalking_i_Hvalba

 

Reiðarin á Steintóri, Mikkjal Hammer, hevur ongar viðmerkingar til málið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310