Eiga at fáa frágreiðing á hvørjum ári

Eiga at fáa frágreiðing á hvørjum ári
Eirikur í Jákupsstovu, minniluti í vinnunevndini, sigur, at stórar broytingar kunnu vera í fiskivinnuni millum ár
Eirikur í Jákupsstovu hevur minnilutaálit í vinnunevndini.
 
18.05.2026 - 08:44

Tað er ikki rætt, at landsstýrið bara skal lata løgtinginum frágreiðing um sjófeingi annað hvørt ár.

Ætlanin er at broyta lógina, sum nú sigur, at frágreiðing skal latast hvørt ár. 

Men tað er ikki rætt, heldur Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi, sum er minniluti í vinnunevndini.

Hann sigur, at stórar broytingar kunnu vera í fiskivinnuni millum ár.

Taka vit bara seinasta árið, so eru stórar broytingar hendar í fiskivinnuni.

 

Ov leingi at bíða

Tað er ov leingi at bíða við at viðgera tær tvey ár seinni, sigur Eiríkur í Jákupsstovu.

Hann undrast eisini á, at broytingin at hækka gildistíðina fyri veiðuloyvi upp í 10 ár ikki var í almennari hoyring.

Vinnunevndin fekk at vita frá landsstýrismanninum, at hann metti tað ikki vera neyðugt at hava hoyring, tí hann longu helt seg kenna sjónarmiðini hjá pørtunum.

Eiríkur í Jákupsstovu mælir annars til at varðveita loyvistíðina, sum er átta ár.

Les álitið frá vinnunevndini her. 

Málið kemur til aðru viðgerð á tingfundinum seinnapartin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678