Sjóvinnustýrið tekur avgerðina hjá ákæruvaldinum til eftirtektar

Sjóvinnustýrið tekur avgerðina hjá ákæruvaldinum til eftirtektar
Tað liggur ikki í kortunum at kæra avgerðina, ella melda av nýggjum, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri
Hans Johannes á Brúgv er stjóri í Sjóvinnustýrinum.
 
18.05.2026 - 13:32

- Vit taka niðurstøðuna hjá ákæruvaldinum til eftirtektar.

Tað sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, nú ákæruvaldið hevur slept skuldsetingini móti skiparanum á Galaxy fyri at hava siglt við opnum hekkuportri á víðum havi.

Ákæruvaldið metir seg ikki kunna prógva, at portrið var opið við fráferð, sigur Katrin Thorsvig-Hansen, høvuðsákæri.

Sjóvinnustýrið meldaði annars málið til løgregluna í oktober í fjør við umbøn um, at løgreglan kannaði møgulig brot á reglur, sum Sjóvinnustýrið umsitur.

- Tað liggur ikki í kortunum at kæra avgerðina, ella melda av nýggjum, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum:

 

18052026_Hans_Johannes

 

Sí eisini: Ákæruvaldið hevur slept málinum um Galaxy

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717