- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at seta Guinnessmet á Tórsvølli

Leygardagin 6. juni klokkan 17.30 er ætlanin, at 100 føroyingar skulu vera við til at seta eitt serligt met á Tórsvølli.
Fótbóltssamband Føroya hevur játtað at taka lut í einum altjóða tiltaki, har endamálið er at fáa 20.000 fólk ymsastaðni í heiminum at jonglera samstundis í 10 sekund.
- Vit fingu fyrispurningin frá Visit Faroe Islands, og vit halda, at hetta er eitt stuttligt tiltak at vera partur av, eisini tí at Føroyar eru einasta landið í norðurlondum, sum er boðið at vera við, sigur Fríða Næs frá Fótbóltssambandinum.
Miðað verður eftir at fáa 100 føroyingar í øllum aldursbólkum at vera við.
- Einasta kravið er, at luttakarin megnar at jonglera í 10 sekund uttan at missa bóltin. Og annars er tað eingin gøla, um so er, at mann missir bóltin, tí tað hevur mann lagt upp fyri, sigur Fríða Næs og vísir á, at fólk vera hjástødd, sum halda vakið eyga við, hvussu nógv missa bóltin, og síðani verður tað niðurskrivað og rapporterað.
Ætlanin er, at hendingin, har 20.000 fólk ymsastaðni í heiminum jonglera samstundis í 10 sekund, skal skrásetast hjá Guinness World Records.
Aldursmarkið fyri at vera við er 12 ár, og til ber at melda seg til á atgongumerki.fo.
.



























