Kringvarpið fer í summartíð

Um KVFTíðindi
Kringvarpið fer í summartíð
Frá mánadegnum 1. juni bjóðar Kringvarpið aftur eina fjølbroytta og spennandi summarskrá við bæði nýggjum og kendum sendingum
Mynd: Kári Sólstein  
 
29-05-2026

Summarið er komið, og Kringvarpið sendir beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi. Alt tilfarið verður eisini tøkt á kvf.fo, so tú kanst lurta og hyggja, tá tað passar tær best.   

 

Frískar røddir og kendir vertir í summarskránni  

Í útvarpinum verður summarið merkt av løttum og hugnaligum sendingum við práti, gestum og tónleiki. Tú kanst gleða teg til eitt frískt íkast av nýggjum røddum, sum bera eitt summarligt lot við sær. Millum annað er kappróðrarkjaksending “Millum tøkini” við Ludvík við Stein aftur at hoyra í ár, har vit longu nú hava hoyrt um fyrireikingarnar til Norðoyarstevnuna, sum verður um vikuskiftið.  

Kappróður

Frítekst tagging: 

Norðoyarstevnan verður 90 ár og Gunnar Nolsøe verður á staðnum við einari beinleiðis sending.  

 

 Eisini verða afturvendandi sendingar sum “Nert ikki við” og hugnaligu tónleikasendingina “Sangir úr mínum lívi”, har skiftandi gestir velja og greiða frá sínum tónleikavalum. 

Góðan morgun Føroyar heldur fram alt summarið, men fær ein lættari dám við skiftandi vertum og eitur nú Summarmorgun. Eisini her verður pláss fyri kappingum og summarligum evnum. 

 


Vælkend Radio- og Dansi HITS frá 1954 til 1988. Alt samalt borðreitt og kryddað við góðum søgum og anekdotum.


Summartónar í útvarpinum  

Í útvarpinum er nógvur tónleikur. Vit leggja dent á festivaltónleik, nýggjar útgávur og summarhitt, sum seta dám á longu kvøldini.  

Á skránni eru tónleikarøðir, eitt nú nýggj røð um Johnny Cash og nógv gott frá Jóhan í Kollafirði í Radio Stjernekilde

Tú hevur eisini møguleikan at seta tín dám á tónleikin í útvarpinum. Hevur tú ein playlista við 15-20 sangum, sum tú ert serliga glað/-ur fyri, so kanst tú senda hann inn til: kurator@kvf.fo. Harvið ert tú í umbúna at gerast kurator í útvarpinum.

 

Ikki alt fer í dvala  

Nakrar av best umtóktu sendingunum halda fram sum vant. Tit skriva vit spæla (TSVS) heldur fram at spæla lurtaraynskir. Tórður Mikkelsen heldur fram við at reika runt við Tórði á túri, og Kvørnin er als ikki liðug at ummæla góðan føroyskan tónleik. Vikuskiftið bjóðar eina avslappaða og viðkomandi samanrenning av tónleiki, gestum og samrøðum um, hvat rør seg um vikuskiftið.  

Hetta eru sendingar, sum hava funnið sítt fasta pláss hjá lurtarum – og verða verandi á skránni juni mánað út. 

 


(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) Á summarskránni koma eisini nýggjar røðir og beinleiðis seinnapartssending, sum lurtarin kann gleða seg til.  

 

Dagur og vika fer niður í ferð, og týsdagsgekkur er aftur  

Dagur og vika og Gekkurin skifta til summartíð eftir viku 26. Frá 30 juni. verður Dagur og vika send týs- og fríggjakvøld, og Gekkurin verður fluttur til týskvøld beint eftir Dag og viku. Í sama tíðarskeiði fer 3-2 í summarsteðg og er aftur í september. 

Eisini verður nógv spennandi sent beinleiðis í sjónvarpinum. Vit senda frá landsdystum í fótbólti, kappróðri kring landið og sjálvandi eisini frá teimum størstu løtunum á ólavsøku. Tú kanst gleða teg til at síggja skrúðgonguna, gudstænastuna, løgmansrøðuna og alla ta hátíðarligu skránna, sum hoyrir ólavsøkuni til.  

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457

Um kvf css