Russisk drona rakti íbúðarbygning í Rumenia

Russisk drona rakti íbúðarbygning í Rumenia
Tvey fólk hava fingið skaða, og 70 fólk eru flutt úr bygninginum
Russiska dronan var ætlað Ukraina, men fór inn í rumenskt loftrúm og rakti ein íbúðarbygning.
Mynd: Inquam Photos/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.05.2026 - 07:52

Rumenia hevur vent sær til Nato, eftir at ein russisk drona rakti ein íbúðarbygning í Rumenia í nátt.

Ein drona frá einum russiskum álopi móti Ukraina fór í nátt inn í rumenskt loftrúm, og rakti ein íbúðarbygning.

Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

Tvey fólk hava fingið skaða, og 70 fólk eru flutt úr bygninginum. Tvey F-16 flogfør og ein tyrla vóru send á flog eftir álopið, sum var um  eitt tíðina í nátt.

Rumenska verjumálaráðið fordømir russiska álopið. 

 

Eisini vandi fyri Nato-trygdini

- Slíkar hendingar vísa vantandi virðingina hjá Russlandi fyri fólkarættinum og setir ikki bara rumenskar borgarar í váða, men vandi er eisini fyri trygdini hjá Nato, skrivar rumenska verjumálaráðið.

Rumenia hevur kunnað Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, og ES-limalondini um russiska loftálopið. 

- Hendingin er ein álvarslig og ábyrgdarleys víðkan frá Russlandi, skrivar rumenski uttanríkisráðharrin, Toiu Oana, á X, og leggur afturat, at Rumenia fer at taka tey neyðugu diplomatisku stigini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179