Danska stjórnin vil hava sterkt samstarv

Danska stjórnin vil hava sterkt samstarv
Samstarvið millum Danmark og Føroyar skal vera sterkt, tíðarhóskandi og á jøvnum føti, stendur í samgonguskjalinum
Nýggja danska stjórnin legði samgonguskjalið fram seinnapartin.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2026 - 18:50

Samstarvið millum Danmark og Føroyar skal vera sterkt, tíðarhóskandi og á jøvnum føti.

Tað stendur í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini.

Danska stjórnin er millum annað sinnað kanna møguleikar at gera nýggjan sjókaðal, sum skal knýtast at føroyska teleundirstøðukervinum, umframt at kanna fígging til slíka verkætlan.

Um landsstýrið vil, er stjórnin sinnað at samráðast við landsstýrið um fígging til Suðuroyartunnilin, stendur í samgonguskjalinum.

Harafturat er stjórnin sinnað at millum annað arbeiða fyri føroyskum limaskapi í altjóða olympisku nevndini, IOC.

Stjórnin fer framhaldandi at stuðla sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, umframt at styrkja samstarvið millum Føroyar og ES.

Aðrir tættir í skjalinum snúgva seg millum annað um málslig krøv og góðkenning av heilsustarvsfólkum, sum arbeiða í Føroyum.

Eisini skulu serlig rættindi til føroysk lesandi, millum annað atgongd til orðabøkur, tryggjast.

Samgonguskjalið kann lesast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065