Nýggja danska stjórnin fer nú til verka

Nýggja danska stjórnin fer nú til verka
Stjórnin ætlar m.a. at lækka meirvirðisgjaldið á matvørum niður í helvt og at dýri biðidagur skal koma afturíaftur
Nýggja stjórnin leggur samgonguskjalið á tíðindafundi seinnapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.06.2026 - 16:02

Teir fýra flokkarnir nýggju stjórnini - Sosialdemokratarnir, Sosialistiski fólkaflokkurin, Moderatarnir og Radikali flokkurin - hava nú lagt nýggja samgonguskjalið fram.

Eftir 70 dagar síðan fólkatingsvalið er nýggja stjórnin til reiðar at fara til verka við einum grundarlagi, segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, tá hon  seinnapartin legði nýggja samgonguskjalið fram á tíðindafundi, saman við forkvinnunum og formonnunum í hinum samgonguflokkunum:

 

02062026_Mette

 


Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Í samgonguskjalinum stendur millum annað, at meirvirðisgjaldið á matvørum skal niður í eina helvt, meirvirðisgjaldið á frukt og grønmeti skal takast av, dýri biðidagur skal koma afturíaftur, tey ríkastu skulu gjalda munandi størri arvaavgjald, pensjónir skulu hækka, og partafelagsskatturin skal lækka

Í røðuni takkaði Mette Frederiksen eisini teimum báðum stuðulsflokkunum, Eindarlistami, og Alternativinum, fyri at hava sett sín dám á samgonguskjalið.

Formaðurin í Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, sigur seg vera nøgdan við samansetingina, hóast hann hevði vónað at fingið eina stjórn tvørtur um miðjuna

Hann leggur dent á, at danir skulu vænta sær ein framfúsan nýskipanarpolitikk: 

 

02062026Lokke

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091