Múte B. Egede: Vit eiga avgerðina um framtíð Grønlands

Múte B. Egede: Vit eiga avgerðina um framtíð Grønlands
Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum svarar amerikanska uttanríkisráðharranum aftur
Mute B. Egede er landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
04.06.2026 - 14:00

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Múte B. Egede, svarar nú aftur, eftir at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í eini hoyring í amerikanska umboðsmannatinginum gjárkvøldið millum annað segði seg taka undir við Trump, forseta, sum helur, at "tað er lættari at verja eitt øki, um ein eigur tað."

Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq.

Í fráboðan á Facebook skrivar grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, at:

- Vit taka avgerð um framtíðina hjá Grønlandi. Soleiðis hevur tað verið og soleiðis verður eisini frameftir. Seinastu útsagnirnar hjá USA broyta einki, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.

Um samráðingarnar millum tey trý londini, Danmark, Grønland og USA, sigur Múte B. Egede, at tosað verður um m.a. trygd og verju.

- Tað gera vit á ein munadyggan hátt og við virðing fyri pørtunum. Lat okkum ikki víkja frá hesi gongdini, skrivar grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666