Trygdarnevndir í fólkaskúlanum lítið virknar

Trygdarnevndir í fólkaskúlanum lítið virknar
Vónandi verður meira goldið í fundarpengum til limir í trygdarnevndum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
04.06.2026 - 08:11

Trygdarnevndirnar í fólkaskúlanum eru ikki allar serliga virknar.

Skúlablaðið skrivar, at tøl frá Undirvísingarstýrinum vísa, at lítið og einki er goldið í fundarpengum til fólk í trygdarnevndnum. 

Í trygdarnevndnunum í skúlunum eru umboð fyri leiðslu og lærarar.

Trygdarnevndin eigur at leiða arbeiðið við arbeiðsumhvørvinum, millum annað sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

- Vit vóna, at meira verður goldið í fundarpengum til limir í trygdarnevndunum í hesum árinum. Lærarafelagið fer at fylgja við, hvussu gongur við arbeiðsplássmetingum og vera við í ráðgevingini, segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Lærarafelagsins, í røðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751