Trump í øðini inn á Netanyahu

Trump í øðini inn á Netanyahu
Amerikanski forsetin finst hvassliga at ísraelsku álopunum á Iran, meðan samráðst verður um eina friðaravtalu
Donald Trump, forseti.
Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.06.2026 - 10:10

Amerikanski forsetin er í øðini um, at Ísrael loypur á Iran, samstundis samráðingar eru millum USA og Iran um eina friðaravtalu.

- Vit eru ógvuliga nær við at fáa eina endaliga avtalu við Iran. Tað verður ein góð avtala. Eg vil ikki hava, at tað, sum nú hendir, ger enda á tí avtaluni, sigur Donald Trump við amerikanska miðilin Axios.

Í einari samrøðu við the Financial Times krevur amerikanski forsetin, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu ger, sum hann sigur.

- Tað eri eg, sum ráði. Tað eri eg, sum taki allar avgerðirnar. Hann -  og her sipar forsetin tilk Benjamin Netanyahu - ræður ikki fyri nøkrum, segði Trump við Axios, og legði aftrat, at ísraelski forsætisráðharrin einki annað val hevur enn at góðtaka eina avtalu, sum USA ger við Iran.

Ísrael hevur í nátt lopið á fleiri hernaðarlig mál í Iran, skrivar ísraelski herurin á sosiala miðlinum  X.


Benjamin Netanyahu.

 

Spreingingar í fleiri býum

Í løtuni er ikki greitt, hvar Ísrael leyp á, ella um nakar hevur fingið skaða, men sambært AFP-tíðindatovuni, sum endurgevur fleiri iranskar miðlar, hoyrdust spreingingar í trimum iranskum býum: høvuðsstaðnum Teheran, Tabriz og Isfahan.

Eisini Reuters-tíðindastovan skrivar um álopið, sum kemur bara nakrar fáar tímar eftir, at Iran sendi rakettir móti ísraelskum málum, sum hevnd fyri ísraelsku álopunum í gjár móti Beirut, høvuðsstaðnum  í Libanon. 

Tað álopið var vent móti Hizbollah í Libanon, sum Iran stuðlar.

Iranska álopið á Ísrael var sambært fleiri miðlum tað ógvusligasta brotið á vápnahvíldina, sum Iran gjørdi við USA og Ísrael í apríl.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576