33 fyritøkur mynda "Varandi vinnu"

33 fyritøkur mynda "Varandi vinnu"
Á aðalfundinum mikudagin var nýtt stýri valt, og samtykt var at leggja saman "Varandi vinnu" og "Varandi vinnu-innleiðslu," so orkan verður á einum staði
Í teimum 33 fyritøkunum, sum eru í "Varandi vinnu," eru 6.036 løntakarar, 5.189 ársverk, 4.237 menn og 2.152 kvinnur.
 
12.06.2026 - 11:19

Netverkið "Varandi vinna" hevur fingið nýtt stýri.

Í stýrinum, sum var valt á ársaðalfundinum mikudagin, eru Gunnar Nielsen, Effo, Ingunn Eiriksdóttir, Betri trygging, Jenny A. í Heiðunum, Hotel Djurhuus, Jón H. Atlason, Hiddenfjord, Niels Winther, Vinnuhúsið, Sunnvard Andreasen, Articon og Ulla Joensen, Elektron.

33 fyritøkur eru í Varandi vinnu hjá Føroya arbeiðsgevarafelag.

Tær hava tað felags, at tær arbeiða miðvíst við burðardygd og gera betri karmar fyri føroyskt vinnulív.

Á aðalfundinum var samtykt at leggja saman "Varandi vinnu" og "Varandi vinnu-innleiðslu," so orkan verður á einum staði.

Í teimum 33 fyritøkunum, sum eru í "Varandi vinnu," eru 6.036 løntakarar, 5.189 ársverk, 4.237 menn og 2.152 kvinnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375