Heilsuhjálparafelagið umhugsar nú støðuna

Heilsuhjálparafelagið umhugsar nú støðuna
Mary Antonsdóttir, forkvinna, heldur, at aðrir møguleikar eru enn at fara í verkfall
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
 
12.06.2026 - 09:10

- Pengar skilja partarnar, og tað er ov langt millum sjónarmiðini hjá KAF og Heilsuhjálparafelagnum.

Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, nú onnur royndin hjá Semingsstovninum at fáa partarnar at semjast um nýggjan sáttmála heldur ikki bar á mál.

Mary Antonsdóttir sigur, at Heilsuhjálparafelagið fer nú at umhugsa støðuna.

Men hon heldur, at aðrir møguleikar eru enn at fara í verkfall. Ein møguleiki er at fara aftur til samráðingarborðið, men treytin er, at mótparturin flytur seg, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum.

Hoyr samrøðu við Mary Antonsdóttir:

 

12062026_Mary

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329