Vilja sleppa á fíggjarlógina

Vilja sleppa á fíggjarlógina
Útoyggjafelagið ynskir at koma á fíggjarlógina, soleiðis at ein fastur samskipari kann setast..
Í dag hevur útoyggjafelagið havt aðalfund í Hesti
 
20.06.2026 - 18:00

Í dag hevur Útoyggjafelagið havt aðalfund í Hesti.

Marius á Geilini, fráfarandi formaðurí Útoyggjafelagnum, greiðir frá, at felagið hevur sett sær sum mál at fáa fasta játtan á fíggjarlógini. Tað skal so geva møguleika fyri, at ein løntur samskipari kann setast.

Sum er fær Útoyggjafelagið stuðul frá landinum. Men tað er til ávísar verkætlanir eftir umsókn, og ein partur av árinum er farin, áðrenn tey vita, um tey fáa játtan ella ikki.

Fær felagið hinvegin fasta játtan, so ber betur til at leggja virksemið til rættis, og so er grundarlag fyri at hava ein løntan samskipara.

Finna og søkja stuðul ymsastaðni
Í dag eru viðtøkurnar hjá Útoyggjafelagnum broyttar, soleiðis at heimild er til at seta ein løntan samskipara. Hann skal umboðað útoyggjarnar móti politiska myndugleikanum, virka stimbrandi, og so skal hann eisini hjálpa til at finna og søkja stuðul ymsastaðni til ymis endamál.

- Tað kann vera nógv. Mentanarligt, men eisini vinnuligt, og landbúnaðarligt. Tað kann vera nýskapandi innanfyri grøði, mentan ella nýggjum ferðavinnumøguleikum, sigur fráfarandi formaðurin.

Endamálið hjá Útoyggjafelagnum er at virka fyri at betra umstøðurnar hjá teimum, sum búgva á útoyggj. Og komandi tíðina ætlar felagið at skipa fyri førleikagevandi skeiðum av ymsum slag.

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

1818654

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096