Fipur og luftborin tøkni í hvørt hús

Fipur og luftborin tøkni í hvørt hús
Føroya Tele hevur gjørt av at seta 100 milliónir krónur í P/F Net fyri tryggja gott breiðband um alt landið
Tað er vorðið nógv dýrari at leggja fipurnet til hvørt húski, enn roknað var við. (Savnsmynd: Shutterstock)
 
23.06.2026 - 15:26

Hvørt húsarhald í Føroyum skal hava tøkni, sum svarar til eins gott breiðband og tað, sum fæst við fipurneti.

Men tað er ikki víst, at fipur skal gravast til hvørt hús í framtíðini. Nú verður tað helst luftborin tøkni, og um fýra ár hava øll hús í Føroyum helst hesa tøknina.

Føroya Tele hevur gjørt av at seta 100 milliónir krónur í dótturfelagið P/F Net. Tað verður gjørt við 25 milliónum um árið næstu fýru árini. Hetta er fyri at tryggja gott breiðband, sigur samtaksstjórin í Føroya Tele, Kristian R. Davidsen.

 


Kristian R. Davidsen. 

 

Nógv dýrari enn mett

Verkætlanin "Fipur til heimið", sum skuldi fáa fipurnet til øll húski í Føroyum, er vorðin nógv dýrari enn mett.

Upprunaliga varð roknað við, at tað fór at kosta minni enn 20.000 krónur at fáa fipur út í hvørt húski í landinum. Men nú táttar kostnaðurin í 30.000 kr. 

Higartil eru okkurt um 270 milliónir krónur brúktar upp á verkætlanina, og umleið 10.900 fipurkaðlar eru lagdir út til húsarhald og fyritøkur. Og tá mangla nógv húski at vera bundin í skipanina.

Higartil hevur tað víst seg, at tað hevur kostað 90 milliónir meir enn væntað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23062026_Kristian_og_Net

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558