Framvegis ómissandi fyri Føroyar

Framvegis ómissandi fyri Føroyar
Betri banki og Føroya banki eru framvegis SIFI bankar
Nógvir pengar eru í bankunum í Føroyum.
 
25.06.2026 - 06:48


Betri banki og Føroya banki eru framvegis SIFI bankar.

Tí boðar Fíggjareftirlitið frá.

Fíggjareftirlitið metir hvørt ár, um føroysku bankarnir eru SIFI stovnar.

Javnvágin hjá Betri banka í fjør samsvaraði við 49 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Hjá Føroya banka var hon 53,4 prosent.

Útlánini hjá Betri banka vóru 44,2 prosent av útlánunum hjá føroysku peningastovnunum í fjør, og innlánini vóru 44,4 prosent. 

Hjá Føroya banka eru tølini ávikavist 41,6 og 39,8 prosent.

SIFI stendur fyri Systemically Important Financial Institution.

SIFI peningastovnar eru undir strangari eftirliti enn aðrir peningastovnar. 

SIFI peningastovnar eru mettir at hava so stóran týdning fyri samfelagið, at teir ikki sleppa at fara av knóranum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025