Íbúðarbyggingin í Runavík seinkað

Íbúðarbyggingin í Runavík seinkað
Avbjóðingar hava verið við staðsetingini, og tað hevur eisini gingið striltið at fáa alt tilfarið, tá tað skal brúkast
Íbúðarbyggingin á havnarlagnum í Runavík er seinkað. (Savnsmynd)
 
26.06.2026 - 12:20

Fyri einum góðum ári síðan yvirtók Jóan Petur Vang, byggimeistari, felagið, sum skal byggja 45 eigaraíbúðir í tveimum lonum á havnarlagnum í Runavík, og tá var roknað við, at fyrstu íbúðirnar kundu latast eigarunum í heyst.

 


Jóan Petur Vang.

 

Tað verður tó ikki, tí ymiskar umstøður seinka byggingini, m.a. avbjóðingar við sjálvari staðsetingini.

Eisini hevur gingið striltið at fáa alt tilfarið, tá tað skal brúkast.

 

Trot á arbeiðsmegi

18 fólk arbeiða fast í byggifyritøkuni hjá Jóan Peturi Vang, 10 føroyingar og átta útlendingar, og vanliga verða einir 10 útlendingar leigaðir inn til ymiskar byggi- og málarauppgávur, alt eftir tørvi. 

 


Íbúðirnar hjá LÍV á Argjum verða lidnar um ein mánað.

 

Trot er á arbeiðsmegi, men um ein mánað verður liðugt at smíða íbúðirnar, sum LÍV letur byggja á Argjum, og tá verður ferð sett á í Runavík. 

Jóan Petur Vang yvirtók beint fyri jól í fjør eina uppaftur størri byggiverkætlan í Leitinum í Runavík. Hon umfatar 130 - 150 leiguíbúðir, umframt at rúm skal vera fyri dagstovni.

 


130 - 150 leiguíbúðir skulu byggjast í Leitinum í Runavík

 

Eftir ætlan skuldi farast undir hetta byggiarbeiðið, tá íbúðarbyggingin á havnarlagnum var liðug, men seinkingin har ger, at byggingin í Leitinum eisini verður seinkað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26062026_Joan_Petur_Vang

 

Tryggingarfelagið LÍV hevur longu keypt tær fyrstu 18 íbúðirnar á havnarlagnum í Runavík, og hinar 27 verða settar til sølu í august ella september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303