Dypping savnar fólk við psoriasis

Dypping savnar fólk við psoriasis
Saltvatnið í sjónum gevur húðini fukt, og tað gagnar serliga teimum við psoriasis. Tí skipar felagið fyri dypping einaferð um mánaðin
Psoriasisfelagið skipar fyri dypping í Fuglafirði
Mynd: Kristianna Klein  
 
28.06.2026 - 11:17

Tað ger mun at dyppa, halda fleiri við húðsjúkuni psoriasis.  

Tí skipar psoriasisfelagið hvønn mánaða fyri dypping ymsa staðni í landinum. 

- Tað kann kennast flovisligt at hava sjúkuna, so hetta er eisini fyri at vísa á, at einki er galið við tí, sigur Anna Maria Venned, skrivari í Psoriasisfelagnum. 

 

Munur sæst á húðini

Áleið 15 damur vóru til staðar á sandinum í Fuglafirði fyri at vera við til at dyppa.

Ein av teimum er Lis úr Fuglafirði, sum letur væl at.

- Tær, sum ganga saman við mær oftani, halda, at húðin er blivin penar, so eg haldi, at tað hjálpir fyri psoriasis. 

 

 

Eingin vísindaligur samanhangur

Tá mann hevur psoriasis, er húðin ógvuliga turr, og tá gevur saltvatnið fukt aftur í húðina, sigur Anna Maria Venned.

Enn er tað tó ikki blivið kannað, um tað er ein vísindaligur samanhangur, sum vísir á, at dypping betrar um húsjúkuna. 

Tí er hetta hvørki nakað, mann í sjúkrahúsverkinum mælir til ella frá. Men um tað kennist væl, er tað bara at loypa útí, sigur Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur á húðambolatoriinum á Landssjúkrahúsinum.  

 

29062026_DYPPING_

 

Vilja røkka fleiri við sjúkuni

Í Føroyum eru tað áleið tvey prosent, sum hava psoriasis, av hesum eru áleið 80 limir í Psoriasisfelagnum. 

Tað eru tó fleiri, ið ikki eru limir í felagnum, ella ikki vita, at tey hava psoriasis. 

Tí roynir felagið at vísa seg runt í landinum og røkka so mongum sum gjørligt.

  

Hoyr innslagið niðanfyri:

  

1819933

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327