Við teknmáli á leikpall fyri fyrstu ferð

Við teknmáli á leikpall fyri fyrstu ferð
Týskvøldið kl. 20 verður ein sera forkunnug framførsla í Losjuni í Gøtu, tá Meifríð Hansen, ið er deyv, fer at spæla einrøðuleikin Risin og Kellingin
Meifríð Hansen og Ria Tórgarð
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
29.06.2026 - 13:45

Í summar skal Meifríð Hansen umboða Føroyar á einari altjóða mentanarstevnu fyri deyv í Íslandi og í hesum sambandi kom hugskotið um at gera ein leik burturúr kendu føroysku søguni um Risan og Kellingina.

Uppá fyrispurning um hvussu tað er at spæla sjónleik, tá tú ert deyv, sigur Meifríð, at ”eg eri fødd tunghoyrd og eri nú so deyv, at eg bert hoyri ljóð, og av tí at eg eri von við at samskifta við mimikki, kropsmáli og teknmáli, er tað ikki so torført fyri meg at brúka kropp og rørslur, um eg skal siga frá onkrum.”

Tað, at fara á pall at spæla sjónleik kennist sum eitt stórt stig fyri meg, sigur Meifríð. ”Hesin leikurin er heilt serligur fyri meg, tí hann er á mínum móðurmáli – teknmáli. Eg fái høvi til at vísa føroyingum mítt móðurmál og at eg eisini kann standa á palli og spæla sjónleik.”

”Mín dreymur er, at hetta kann vera byrjanin til føroyskan teknmálssjónleik, har børn, ung og vaksin kunnu vera við”, sigur Meifríð Hansen.

Ein verkætlan sum hendan kann varpa ljós á føroyskt teknmál og á tær mongu avbjóðingarnar, sum fólk við hoyritapi hava, og kann geva bæði børnum og vaksnum dirvi til at royna seg á pallinum og samstundis vísa, at teknmál eisini eigur sín nátúrliga part í føroyskum mentanarlívi.

Einrøðuleikurin Risin og Kellingin verður spældur í Losjuni í Gøtu týskvøldið 30. juni klokkan 20. Meifríð Hansen spælur allar leiklutirnar og Ria Tórgarð hevur leikstjórnað og lagt handritið til rættis.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Riu Tórgarð og Meifríð Hansen her:

1820015
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744