Effo ákært fyri at bróta dátuverndarlógina

Effo ákært fyri at bróta dátuverndarlógina
Dátueftirlitið meldaði, men enn er óvist, nær málið kemur fyri rættin. Ríkisumboðið hevur svarað Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni
Sambært Dátueftirlitinum er brotið á dátuverndarlógina so álvarsligt, at Effo eigur at fáa 15 milliónir krónur í sekt.
 
01.07.2026 - 15:53

Fyri einum góðum mánaði síðan, 22. mai, bleiv Effo ákært fyri at bróta dátuverndarlógina.

Tað hevur danska løgmálaráðið fingið at vita frá ríkisadvokatinum.

Dátueftirlitið meldaði Effo 1. mai 2024 fyri brot á dátuverndarlógina. 

Sambært Dátueftirlitinum er brotið so álvarsligt, at Effo eigur at fáa 15 milliónir krónur í sekt.

 


Eirikur í Jákupsstovu.

 

Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, hevur nú svarað skrivligum fyrispurningi, sum Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður, setti 6. mai um løgregluna og ákæruvaldið.

Ríkisumboðið sigur í svarinum, at óvist er, nær málið kemur fyri Føroya rætt.

 


Bakkafrost.

 

Bót til Bakkafrost

Løgtingsmaðurin spurdi eisini um nógv umrøddu bótina til Bakkafrost uppá 67 milliónir krónur.

Her svarar ríkisumboðið, at politiið fekk fleiri ymiskar fráboðanir frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni yvir tvey ár.

 


Lene Moyell Johansen.

 

Málið er gamalt, tað gongur heilt aftur til desember 2021. Tá varð Bakkafrost meldað fyri brot á flutningskunngerðina og lúsakunngerðina. Fútin ásetti bótina til 67 milliónir krónur. 

Men í vár segði fútin við útvarpið, at okkurt í málinum var fyrnað, og politiið slepti øðrum pørtum av ákæruni. Bótin fór tí at vera nógv minni enn 67 milliónir krónur. Men hvussu nógv, vildi fútin ikki siga. 

Hetta málið kemur eisini fyri í Føroya rætti 

 


Taks. 


Samherji og Tindhólmur

Eirikur í Jákupsstovu spurdi eisini um feløgini við tilknýti til Samherja, sum TAKS meldaði í 2021.

Tað var millum annað um felagið Tindhólm.

Talan er um 17 milliónir krónur, sum Samherji rindaði Taks, tí Tindhólmur av órøttum skal hava fingið slakar 17 milliónir krónur í skattaafturbering fyri hýrur.

Afturberingin, sum sigst vera ólógig, verður kannað. 

Taks meldaði málið, men løgreglan er ikki liðug við tað enn.

Kannað verður, um Samherji brúkti Tindhólm til at gjalda fiskimonnum hjá Samherja í Namibia hýru, sum vóru teir sjómenn á farmaskipum.

Har er svarið frá ríkisumboðnum, at politiið fekk fráboðanina frá TAKS 13. april 2021 og kannar framvegis málið.

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040